Eitt stig og ein útvísing

Loksins kom gongd á kappingarárið ið vit hava fyrireika okkum uppá nú í longri tíð. Úrslit og avrik varð góðtikið tá avtornaði.

Hugburðurin hevur verið miðvísur og serstakliga góður í uppstartinum til hettar 50. kappingarárið hjá besta B71 mansliðnum. Ein ørgrynna av leikarum hava vant við, faktiskt sjáldsama nógv fólk so gjøgnumgangandi og ofta. Vit skulu langt aftur í tíð fyri at finna eina byrjan uppá árið har undirtøkan hevur verið nær námind so góð. Um hettar er eitt tekin uppá batnandi tíðir og ting í væntu, so eru tað nógv fólk ið eiga eina tøkk fyri at vit eru komin her til í dag. B71 hongur saman líka frá U7 upp til vaksnamannadeildirnar, dettur ein árgangur burturímillum, so er beinanvegin galið hjá okkum og hettar merkir eisini at sokallaða "elitan" í felagnum, til einhvørja tíð er avhengig av fjøldini uppá gott og ont. Í okkara felagið síggja vit hettar tó sum ein styrk heldur enn ein veikleika. Ongin fær nakað forerandi og tann besti leikarin má góðtaka at hann/hon mugu til tíðir lyfta aðrar, ið møguliga ikki megna alt tað sama sum hesin. Tá tað gongur uppá tað allarbesta, so merkir hettar at vit taka okkum av øllum í felagnum og tað er altíð tað vit sum felag stríðast fyri.

Eitt lógvatak saman var tiltrongt beinanvegin frá dystarbyrjan í gjár, tá nýafturkomni Gilli Samuelsen sleppur ígjøgnum verjuna hjá B71 longu í 8. minutti og fær potað bóltin framvið Jóhan Herálvi Hentze í B71 málinum.

0-1 til vágamenn og ikki tann dreymabyrjan man kundi ynskt sær og tað sæst tíverri at okkara menn eru eitt sindur rustaðir, møguliga orsaka av manglandi dystarvenjing meir enn nakað annað.

Okkara fáa tó rist hesar byrjunartrupulleikarnar av sær og eftir leiðslumálið hjá 07 Vesturi, so byrjar at koma munandi meira skil á. B71 tekur yvir og stýrir væl 1. hálvleiki. Hettar gevur úrslit tá Tummas Pauli Olsen sleppur leysur inn í sekstanmeturin vinstrumegin í 23. minutti og hóast nýggi portugisiski málverjin kemur skjótt úr málinum fyri at verja fyri alt hann hevur lært, so dugir húsvíksingurin okkurt sum hesin ikki fær forðað fyri og kippar bóltin uppum. Eina løtu sær tað út sum um meiningin var at spæla Clayton Soares leysan, ið kemur spurtandi inn fyri at náa bóltin, men tað gerst ikki neyðugt, tí bólturin fer luks í mál í handaru síðu.

B71 er meiri spælstýrandi í 1. hálvleiki og tá farið verður útaftur til 2. hálvleik, so eru vit aftur betri við enn gestirnir. Hettar sæst aftur á róparínum frá mótstøðuliðnum, ið gera sítt allarbesta at ávirkað dømingina heldur enn at spæla fótbólt. Møsnaríið inná dómarin gevur tíverri eisini úrslit, tá vit inkasserað fleiri gul kort fyri smáligheitir. M.a. fær Tijani Mohammed eitt gult kort fyri at prika bóltin avstað í samband við eitt fríspark í 30. minutti, har man kundi ynskt sær at dómarin stakk ein fingur í jørðina og hugsaði um at menn høvdu bíða eftir at spæl kundi setast í gongd aftur í rímiliga langa tíð, meðan hann stóð og prátaði við allar vágamenn sum hann kundi finna at hava eina meining um døming, lívsáskoðanir, filosofi o.a. teir nú einaferð høvdu hug at práta um, heldur enn at spæla fótbólt. Alt hettar hevði aldrin nýtst at verið drigið fram aftur, um tað ikki var fyri tað at gula kortið fekk avgerandi týdning í 57. minutti, tá Tijani og verjuleikarin á myndini dystaðust um ein leysan bólt og Tijani, eftir øllum at døma er ov seinur og fær mannin ístaðin fyri bóltin. Verjuleikarin fær ivaleyst ilt og rýkir niður í vøllin og nú er tað tað sær út sum um dómarin ynskir at 07 Vestur skulu halda á fram at betala undirsjóvartunnilsgjald eftir at Vágatunnilin er útgoldin, tí har fer maður av húsum at skelda inná dómarin. Trýstið eydnast og út rýkir Tijani. Ein maður sum innkasserar einkul gul kort ígjøgnum eitt heilt kappingarár.

Onki gerst tó við tað, Másin er farin avstað, og nú er uppgávan einamest at verja tað eina stigið sum stendur okkum í boðið, næsta hálva tíman.

07 Vestur fær onkrar møguleikar at taka stigini og B71 fær onkrar hálvar møguleikar hóast vit um hettar mundi eru nógv trýstir. Dysturin endar 1-1 og stigini verða deild.

 

Góð byrjan

Ongin loyna í at nógv droymdu um eina ógvusliga byrjan, har vit tóku øll trý stigini og løgdu okkum í oddin av deildini longu frá fyrsta bríksli. Ístaðin fingu vit eitt sera týdningarmikið stig, ið vit kunnu vera væl nøgdir við, havandi í huga at fortreytirnar ikki vóru optimalar, bæði við veðri, leikaratilfeingið og hvussu dysturin at enda leið.

Vit hava fingið eitt sindur av tilgongd frá í fjør og teir sum leiktu farna kappingarár eru tíbetur aftur at síggja í ár. Tískil eru vit væl betri fyri í ár, enn undanfarna ár, men samstundis leggur hettar trýstið á okkum, tí tað forpliktar at vit eru betri fyri á nógvum økjum. Hettar merkir eisini at meiri fer at vera kravt av leikarunum, hvørt teir vilja tað ella ei. Ein batnandi instilling og fortreytir at leika, merkja eisini at tað má síggjast aftur í úrslitunum. Annars fer entusiasman ikki at venda uppeftir yvir longri tíð. Viðgongd frá fjøldini og leiklig úrslit hanga altið saman og skulu vit upp á hægri støðið framyvir, so má fjøldin við, og skal fjøldin við, ja so mugu vit fáa neyðugu leikligu úrslitini til høldar.

Ivaleyst koma vit at greiða hesa uppgávuna eisini, serliga um gongdin er tann sama framyvir, sum hon hevur verið undanfarnu tíðina. Nógv, hart, miðvíst arbeiði; so fara vit at innkassera tey úrslitini vit vilja hava.

Tað er bara eitt sum fær steðga okkum nú og tað eru vit sjálvi. Ein kend ensk yrking um júst hettar og tað at sigra á sær sjálvum sigur:

"It matters not how strait the gate,

How charged with punishments the scroll,

I am the master of my fate: I am the captain of my soul."

 

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 11 11 22
2 Víkingur 11 9 22
3 11 2 20
4 HB 11 2 18
5 B68 11 8 17
6 B36 11 -1 16
7 07 Vestur 11 1 14
8 B71 11 -1 14
9 FC Hoyvík 11 -18 5
10 AB 11 -13 4
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 5 13 12
2 07 Vestur 5 9 9
3 AB 5 7 9
4 HB 4 4 9
5 ÍF/Víkingur/B68 5 -3 9
6 TB/FCS/Royn 4 -6 4
7 5 -9 4
8 NSÍ 5 -15 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar