Jónas Warner læntur í 1. hálvu

Ungi heimasandsmaðurin, ið farnu árini hevur stríðst á vølli fyri B36, er aftur at síggja inni í Dal, í øllum førum ein yvirgang.

Tað var ein serlig løta inni í Dal fyri tveimum døgum síðani, tá tað gjørdist okkum greitt at ein lánsavtala millum B36 og B71 var komin í hús, ið merkir at Jónas Warner kemur "heimaftur" at leika við B71, í fyrstu atløgu bert í 1. hálvu av kappingarárinum. Møguleiki er tó fyri at hettar kann longjast til alt kappingarárið, um allir partar meta tað vera ráðiligt og gagnligt. Fyri okkara viðkomandi so er ongin ivi longu nú. Jónas er ein sterkur, íðin leikari, ið gevur alt á vøllinum. Hettar sóu vit longu í fyrsta dysti í gjár, har hann var ein av teimum sum rann flestar metrar, í einum dysti har allir leikarar annars góvu alt teir áttu fyri at fáa eina stigið í hús.

Jónas hevur sáttmála við B36 fyri 2021 eisini, so alt bendir á at hettar bert er eitt legg suður, áðrenn leiðin aftur gongur norð til Havnar at halda á fram við B36. Men fyri okkara viðkomandi er hettar samstundis ein álitisváttan um alt okkara góða arbeiði, sum vit hava lagt fyri dagin í longri tíð og ein ábending um at fólk trúgva uppá ætlanir okkara tá vit, og onkur hevur kanska hildið tað verið optimistiskt, hava meldað út at vit vilja kappast í oddinum og flyta upp í bestu deildina, longu nú í 2020.

Men hópurin er meir enn so til tað. Hettar var eisini greitt í gjár tá 07 Vestur, víst ein av oddafiskunum í deildini vitjaði og hevði stórar trupulleikar av okkum. Høvdu vit ikki fingið eitt sera óheppið reytt kort í øðrum hálvleiki, so var ikki óhugsandi at vágamenn høvdu havt sítt stríð at fingið nakað við sær vestur aftur.

Sandoyar Ítróttarfelag B71 ynskir Jónasi vælkomnum aftur og vónandi fáa vit eina sera góða 1. hálvu saman, ið harafturat merkir at vit síggja mannin aftur í 2. hálvu.

Drívið á Jónas og B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar