Kristian Krog Hentze við í 2020

Vit hava leingi vita tað at Kristian hevur ætlað sær B71 fótbólt aftur í ár, men í kvøld kundi tað so staðfestast og tað fegnast vit um.

Skjótt 18 ára gamli heimasandsmaðurin er klárur at tørnað út fyri Sandoyggja fótbóltslið tá vit í morgin taka ímóti 07 Vesturi á heimavølli og so annars restina av kappingarárinum 2020.

Tað hevur verið nógv arbeiði í at fáa ársins hóp og gjørt okkum út til enn eitt ár í 1. deild, ið vit vóna fer at verða eitt sera gott ár fyri okkara viðkomandi. Úrslitið er tó eitt vit kunnu standa inn fyri, við hópin av ungum góðum kreftum, blandað við sera royndum eldri kreftum.

Tað er tó ein stórur styrkur tá ungdómur úr Sandoynni ger av at velja B71 til umaftur og umaftur, og tað er eisini tað sum fer at gera at felagið flytir seg fram á leið.

Vit takka Kristiani fyri álitið og ynskja honum og okkum eitt sera gott kappingarár!

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 13 17 28
2 NSÍ 12 12 25
3 13 2 23
4 HB 12 3 21
5 B68 13 5 18
6 B71 13 2 18
7 B36 13 -2 17
8 07 Vestur 13 -3 14
9 AB 13 -13 7
10 FC Hoyvík 13 -23 6
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur 7 13 15
2 HB 7 8 15
3 ÍF/Víkingur/B68 7 1 15
4 AB/B71 6 21 12
5 TB/FCS/Royn 7 -11 7
6 AB 7 -3 6
7 7 -29 1

Høvuðsstuðul

Stuðlar