Rættuligt flog undir veingjunum

Góða gongdin hjá ungu monnunum í B71 heldur á fram við einum 4-1 sigri ímóti Skála, ið annars liggur ovast í bólkinum.

Útlit vóru til ein truplan útsettan heimadyst í gjárkvøldi, tá B71 og Skála hittust í U21 høpi og avgreiddu ein útsettan dyst frá heilt tíðliga í árinum.

Tað skal sigast at, eftir øllum at døma, so vóru Skálamenn nokk ikki komnir suður við sterkast møguligu uppstilling, hóast tað var eyðsæð at har vóru góðir leikarar í hópinum.

Hettar var tó uttan týdning fyri okkara menn, ið drivu á at vinna dystin, nú møguleikin beyð seg. Kristian Krog Hentze skoraði tværreisur í dystinum og leikti yvirhøvur ein frálíkan dyst, meðan Áki Hentze og Fróði Højsted fingu hvør sítt mál.

Skálamenn megnaðu at pynta uppá úrslitið eitt sindur áðrenn leiklok og endaliga støðan gjørdist tískil 4-1 til heimaliðið B71.

Úrslitið í dag merkir at vit liggja trygt á fjórða plássinum, við einum lítlum, men ikki órealistiskum møguleika at røkka upp á triðja plássið. Tó hevur ÍF á triðja plássinum fýra stig meira enn vit, við tveimum dystum eftir. Hinvegin eru báðir dystirnir ímóti Víkingi, ið liggur nummar tvey og Skála, ið enn liggur nr. 1 í deildini.

Óansæð hvat, so ynskja vit sjálvandi at gera endaspurtin so spennandi sum gjørligt og fyrsta uppgávan í hesum samanhanginum er at vinna okkara næsta dyst, ið, enn einaferð, verður heima ímóti Skála mikudagin um eina viku. Síðsti dystur er so ímóti KÍ(b) á útivølli mikudagin 09. oktober.

Spennandi verður at vita hvørjum tað endar við og óansæð hvat, so hava okkara menn verið sera raskir og ídnir alt árið og nú tað stundar til ársenda, so fara vit enn einaferð at rósa teimum og øllum rundanum fyri vala arbeiði í hesum søguliga U21 kappingarárinum.

 

Drívið á B71!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 18 27 41
2 NSÍ 18 21 35
3 HB 18 1 30
4 B68 18 12 28
5 07 Vestur 18 5 27
6 B36 18 -5 24
7 B71 18 3 23
8 18 -10 23
9 AB 18 -18 11
10 FC Hoyvík 18 -36 9
1. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 AB/B71 10 36 24
2 07 Vestur 10 12 19
3 HB 10 1 18
4 ÍF/Víkingur/B68 9 0 16
5 TB/FCS/Royn 9 -9 10
6 AB 9 -10 6
7 9 -30 4

Høvuðsstuðul

Stuðlar