Silvurið í hús!
Treytirnar undan dystinum vóru greiðar. Javnleik ella sigur fyri at tryggja silvurheiðursmerkini!
Eina góða løtu sá tað út sum um silvurið eisini fór at gleppa okkum av hondum, eins og gullið hevði fyri kortum, men sum ikki einaferð so var tað eitt kent andlit av Argjum, ið bjargaði okkum á strikuni.
AB legði seg annars á odda, hóast tað sum skilst vóru okkara kvinnur, ið sótu á meginpartinum av spælinum. Tað skuldi eitt langskot frá Vár Miðberg til, áðrenn vit komu ájavnt aftur og hesin javnleikurin var eisini nóg mikið at tryggja okkara kvinnum 2. plássið í 2. deild og hóast málsetningurin var gullið í ár, so vóru tær nokk væl nøgdar við at tær megnaðu silvurið kortini.
Eftir dystin og heiðursmerkjahandan, var ein lítil hugnaløta fyri kvinnunum, har møguleikin beyðst at práta um farna árið. Næsta umfar verður ongin dystur hjá felagsliðnum AB/B71, tí tá skuldu vit leika ímóti HB, ið sum kunnugt trekti liðið úr kappingini.
Vit í Sandoyar Ítróttarfelag B71 vilja ynskja AB/B71 kvinnunum hjartaliga tillukku við enn einum stórum avriki, silvurið fyri aðru ferð á rað og heiðursmerki fyri triðju ferð á rað, hvørt ár síðani endurstovningina av kvinnufótbóltinum her í okkara øki.
Nú er ríkiligt av tíð at byrja at fyrireika til komandi ár tá málsetningurin sjálvsagt verður størri og betri avrik.
Drívið á AB/B71 og enn einaferð hjartaliga tillukku við avrikinum!