Eitt fyrigeviligt stórtap

Støðan var 5-2 í hálvleikinum og tað var ongantíð ivamál um hvør fór at vinna. Men B71 leikararnir stríddust og stóðu seg væl hóast alt.

Ein og hvør sum ikki var til staðar í Klaksvík í gjár og sær hettar úrslitið, fer óivað at ganga út frá at U21 leikararnir hjá B71 fingu oyruni í maskinuna í gjárkvøldið, men tað er bert partvíst satt.

KÍ var og vitjaði inni í Dal í farnu viku og í dag var so okkara túrur at koma norð til Klaksvíkar at leika. Nógvir eru dystirnir nú um dagarnar og trupult er at fáa alt at ganga upp, men vit hava melda lið til og útgangsstøðið er at vit møta upp til allar dystir og geva alt vit eiga.

Í gjár var onki undantak; okkara vóru fáir, men knáir. Vit fingu so at siga ikki eitt bein til jørðina fyri eini viku síðani og taptu 0-4, so útgangsstøðið var at verja fyrst og fremst og vera tolnir tá vit førdu bóltin frameftir.

Í stuttum kann sigast at vit manglaðu serliga stýring á einum øki og tað er eisini her vit lata eina ørgrynnu av málum inn í fyrra hálvleiki. Deyðbóltsstøðir, innlegg og horna vóru náðisleyst straffa av KÍ álopinum og tað fyrstu løtuna var uppdekkingin so at siga ikki til staðar. Heimaliðið fær minst eini 3, kanska 4 mál av teimum 5 í fyrra hálvleiki uppá hendan mátan og knappliga sær alt nokkso hopleyst út. Tíbetur lata okkara menn seg ikki rysta av hesum ódnarveðrinum, savnað tankarnar, gera nýggjar og betri avtalur og so herja vit á aftur. Úrslitið er at vit vinna eitt brotsspark, tá Hans Odsson Hentze verður fýrdur um koll í brotssteiginum, stutt fyri hálvleiks, og so fingu vit loksins minkað um munin til 5-1. Hans, ið spældi ein reguleran branddyst, minkar eisini um munin til 5-2, áðrenn vit tíverri lata trý mál afturat inn í 2. hálvleiki.

2. hálvleikur leikar hinvegin nógv javnari á enn fyrri og uttan at yvirdrívað, so koma vit til eitt hav av møguleikum, har vit kundu pynta nógv meira um støðuna. KÍ var tó rættvísi vinnarin, ongin ivi um tað, men úrslitið tekur ikki hædd fyri øllum tí jaliga spælinum og hugburðinum sum B71'ararnir vístu, serliga í 2. hálvleiki. Hóast tað ikki sær so pent út í løtuni, so lærir man av øllum og klárar man at hugsavna seg um tey góðu tingini, so taka vit okkum støðugt fram. Onki at ivsat í tí.

Støðan er annars 8-2 næstan til leiklok. Í síðsta minutti verður Áki Hentze tó feldur nærum á brotsteiginum og fríspark verður dømt. Áki tekur frísparkið sjálvur og sendir bóltin beinleiðis upp í samankomingina av málinum og so er støðan 8-3. Ein sonn perla av einum málið og ein góð troystipremia nú vit máttu lúta so dyggiliga á degnum.

Næsta uppgáva er longu í annaðkvøld kl. 18.30 ímóti ÍF inni í Dal. Har fara vit aftur at leita okkum eftir úrslitið. Vónandi eitt betur eitt enn í gjárkvøldi.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar