Rumbul og rok

Dysturin í gjárkvøldið var væl leiktur av KÍ, meðan B71 stríddist við lítlari manning, ið frammanundan hevði leikt nógvar minuttir hettar vikuskiftið.

Fortreytirnar merktust á heimaliðnum, ið var eitt sindur óvanliga illa fyri við manning undan dystinum. Nógvir lógu sjúkir, summir vóru burturstaddir, onkur var skaddur, meðan ein rúgva ikki var tøk av ávísum orsøkum.

Sigast má tó, at tað var altíð KÍ, ið stóð at vinna hendan U21 dystin. Klaksvíkingar komu suður við 12 monnum, men teir vóru væl fyri fótbóltsliga og tóktust at vera væl samanspældir. Okkara høvdu nærum allir leikt fullar dystir undan hesum, umframt at teir fáu, sum vóru frískir, vóru ikki í dystarvenjing. Hettar merktist væl, men dysturin skuldi sum útgangsstøði avgreiðast, vónandi við líkinda úrsliti.

KÍ skoraði fýra mál á degnum, meðan Jóhan Petur K. Hentze hjá B71 fekk sítt mál kolldømt fyri rangstøðu í 2. hálvleiki. 

Uttan iva hevur troyttleikin merkst á monnum, tí umframt eitt væl uppiborið tap, so fingu vit tvær útvísingar í dystinum. Onkur vildi vera við at dómarin var óneyðuga strangur, men hettar var bæði ikki heilt satt, umframt at tað kann vera líka mikið. Liðini mugu duga at tillaga seg til um dómarin tolir nógv, lítið ella miðal av og um dømingarnar bera brá av at man sleppur at leika við størri ella minni fysikki. Hettar eru ting sum ikki standa í fótbóltsslógini, men sum ein og hvør ið hevur leikt fótbólt í longri tíð veit er satt.

Tó er tað ikki altíð lætt at gera tað sum er rætt. Hesuferð kókaði ov ofta yvir og úrslitið var at vit spæla okkum av við tveir týdningarmiklar leikarar til "returdystin" í Klaksvík mánakvøldið 09.09.

Vit skulu tó ikki hanga við høvdinum. Gjørt er gjørt og arbeiði er longu í gongd við at manna eitt sterkari lið norðeftir, so vit standa okkum betur enn vit gjørdu á hesum degi.

Uppaftur á hesin og drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar