Flottur sigur!

Hóast 1. plássið tykist vera farið, so er tað spurningurin hvør tekur 2. plássið í 2. deild.

Í løtuni er stutt millum reina Argja liðið AB og felagsliðið AB/B71, ið kappast um 2. plássið í deildini. Tað sær út sum um ÍF/Víkingur/B68 er farið avstað við 1. plássinum, meðan tað veldst um úrslitini sum eru eftir, hvørt tað verður AB ella AB/B71, ið taka silvurið. Orsøkin til at tað er eitt sindur forvirrisligt er tí øll úrslit ikki eru innkomin, umframt at HB hevur tikið lið úr deildini og at teir írestandi dystirnir so verða taldir sum 3-0 sigrar til mótstøðuliðini.

Men um vit fara aftur til dystin sunnudagin, so er at siga, at málini komu við 10 minuttirs millumbilum í 1. hálvleiki til felagsliðið. Í 10 minutti skoraði Judith Rasmussen til 1-0, áðrenn Elsa Dalsgaard av Sandi legði okkum framum við tveimum málum. Vár Miðberg, ið er vona at skora mál fyri felagsliðið kom eisini hesu ferð á listan við triðja málinum í dystinum eftir 65 minuttir. Endaliga støðan gjørdist 3-0 til AB/B71.

 

Eitt putlispæl av eini finalu sunnudagin

Pástandirnir um hvør skal fáa stig hvar í hesi deildini mugu nokk takast við eitt sindur av fyrivarni, men havandi í huga at okkara lið í løtuni manglar at fáa góðskrivað 3 stig fyri síðsta dyst ímóti HB, umframt at veruligi síðsti dystur verður leiktur ímóti júst AB á heimavølli sunnudagin, so vilja vit vera við at dysturin í vikuskiftinum verður avgerandi fyri hvør tekur 2. plássið, havandi í huga at vit í skrivandi stund longu eru 1 stig frammanfyri AB. Tó skal sigast at AB manglar at fáa eitt úrslit inn á skipanina fyri ein dyst 22.08, men sjálvt um hesin dysturin er leiktur og vunnin av argjadamum, so skuldi ein sigur í vikuskiftinum avgjørt málið til okkara fordeil.

Stutt sagt, vinna vit í vikuskiftinum, so fáa okkara kvinnur silvurheiðursmerkir um hálsin fyri annað árið á rað!

Drívið á AB/B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar