5 stig á útivølli í 2019

Meðan vit hava fingið 17 stig á heimavølli í ár, so merkja vit sviðan av sermerkt ringu útivalla úrtøkuni í ár.

Man nýtist ikki at vera fótbóltsserfrøðingur fyri at rokna út hvar tað serliga hevur haltað hjá B71 hettar kappingarárið. Meðan vit hava fingið hampuligt burturúr okkara heimavølli, so hava vit verið meir ella minni hopleysir tá vit noyðast yvirum fjørðin at leika. Hettar merkja vit nú, tá tað aftur er blivið vandamikið hjá okkum í botninum av deildini. Hinvegin kunnu vit ugga okkum við at 5 av teimum síðstu 7 dystunum í kappingini eru á heimavølli, so møguliga hóra vit undan kortini. Men tað er nú spell at vit noyðast at sita só óneyðuga ótrygt í tí gjøgnum árið.

Fara vit so til dystin í vikuskiftinum, so er tað at siga um hann at vit koma væl frá byrjan, eins og vit hava gjørt nógvar ferðir fyrr gjøgnum árið, men so missa vit høvdið. Aron Clementsen leggur B71 á odda 0-1 eftir eitt flott trekk og skot í høgru síðu í 15. minutti. Tað gongur leikliga væl hesa løtuna, men tað allarfyrsta vandamikla álopið hjá HB elvir til eina panikkloysn í verjuni, ið annars er óneyðug. HB áloyparin verður spældur púra leysur ímóti Jóhan Herálvi í málinum og sjálvsagt er hettar sera vandamikið. Tó skal havast í huga at vit eru frammanfyri og annars stýra nógv av spælinum um hetttar mundi. Ístaðin fyri at renna mannin niður og royna at ávirkað mannin á lógligan hátt, so skotið ikki gerst vandamikið, so taka okkara miðverjuleikarar og rena hann umkoll beinanvegin. Brotsspark og tá bólturin verður skotin trygt í netið, so er 1-1. Tveir minuttir seinni hendir júst tað sama, tá ein HB áloypari verður spældur fríður og lobbar bóltin elegant um málverja okkara til 2-1.

Eftirfylgjandi fyrri hálvleikur er rótutur fyri okkara viðkomandi, meðan vit stríðast at finna fótafesti aftur. 2. hálvleikur er næstan júst byrjaður tá Kristian Krog Hentze fær seinna gula kortið og verður rikin av vølli.

Viðhvørt er tað soleiðis í fótbólti at tað gerst truplari at leika ímóti einum liðið við 10 monnum enn tá liðið eru 11; hvørjar orsøkirnar eru til tess, mugu aðrir meta um, men fakta er so tað at B71 fær skil á seg sjálvt eftir hesa hending og hóast tað er HB sum stýrir spælinum, so koma teir ikki til stórvegis møguleikar. Ístaðin er tað B71, ið svarar aftur í 79. minuttir. Trunkaspæl í sekstanmeturinum endar við at bólturin fellir til Eirik Jacobsen, ið fær sent bóltin í netið til eitt forkunnugt útjavnandi mál. 2-2 og lítið eftir at leika.

Tíverri heldur úrslitið ikki. Í 87. minutti senda vit bóltin óneyðuga út til horna og hornasparkið verður stýrt inn í sekstanmeturin, har HB'ari fær stútað bóltin. Jóhan Herálvur fær fingrarnar á hann, men megnar ikki at forða fyri at bólturin fer undir tvørtræðið og í mál til endaliga úrslitið 3-2.

Úrslitini hava annars lagað seg soleiðis hettar umfarið at nú eru vit 4 lið sum liggja at kalla lið um lið og í niðurflytingarvanda. Vit mugu bara ásannað at hettar er illa manerera, óansæð hvørjar orsøkirnar eru til tess.

 

Onki er liðugt fyrrenn alt er liðugt!

Sum sagt, so hava vit verið í einum aldudali seinastu tíðina. Tíðum hava vit leikt avbera væl og vunnið uppiborin stig og aðrar tíðir hava vit mist á stokkinum. Sum sagt, so er gongdin tann at vit vinna stigini á heimavølli og tapa tey so aftur á útivølli. Heldur hendan gongdin seg til kappingarenda, so má tó sigast at vit sita við góðum kortum á hondunum. 5 av teimum síðstu 7 dystunum verða leiktir heima og fleiri verða leiktir upp í slag. Tískil kunnu vit enn koma væl burturúr hesum dykkinum niður í botnin sum vit seinastu dystirnar hava tikið.

Okkara heimavalla gongd byrjar um smáar tvær vikur ímóti Skála, síðani taka vit ímóti B36 á heimavølli, áðrenn vit mugu ein túr vestur at leika ímóti 07 Vesturi.

Síðani taka vit ímóti Víkingi á heimavølli fyrst í oktober og útsetti dysturin ímóti KÍ verður so leiktur vikuna eftir, eisini á heimavølli, áðrenn síðsti heimavalladysturin í ár er ásettur at vera 20.09 ímóti B68. Seinasti dystur yvirhøvur verður so í Runavík ímóti NSÍ, men gjarna skulu vit hava avgreitt málsetningin áðrenn seinasta leikdag.

Tískil mugu vit herða okkum í huga, venja nógv, leingi og væl og fáa okkum stigini til høldar, dyst fyri dyst. Treiskni skal finnast fram, tí hóast tað viðhvørt kann vera okkara bani, so er tað líka so ofta okkara størsta styrki, tá harðast leikar á. Eginleikin at skíta á hvat onnur siga og gera tað sum neyðugt er fyri at yvirlivað. Hettar hava vit duga fyrr, hetta duga vit enn og tað er hettar sum fer at bjarga okkum enn einaferð.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar