Ein lemjandi útivallasigur

Skerdar, men fullar í sjálvsálitið, vann felagsiðið AB/B71 stórsigur í Hoyvíkini í gjár.

Kvinnuliðið hevur í seinastuni havt veruligan viðvind í seinastuni og góða gongdin helt eisini áfram í gjár ímóti FC Hoyvík.

Hálvleiksstøðan var 1-3, so tað var valla nakrantíð ivasamt hvønn vegin dysturin helti. Endastøðan gjørdist hinvegin 1-6. Málini skoraðu Sandra Brimsvík og Judith E. Rasmussen, ið báðar fingu hvør sítt, meðan Vár Miðberg og Anja H. Anthoniussen fingu tvey í part.

Sera flott avrik, ið hálar felagsliðið tættari og tættari at oddinum. Møguleikin at røkka fyrsta plássinum sær tó út til at vera fokin, men laga úrslitini seg rætt, tað lítla sum er eftir av kappingini, so minka vit gevaldiga um munin og styrkja støðu okkara til næsta ár, ið vit mugu beinanvegin byrja at fyrireika okkum til, bæði so og so.

 

Snávaðu ov ofta, men rættaðu upp!

Vit kunnu gott iðra okkum um at fleiri dystir komu og fóru, har okkara kvinnur, av einhvørjari orsøk, ikki tóku av møguleikanum. Um vit bert koppaðu onkur úrslit okkara veg, so var spenningurin nógv størri enn hann nú er blivin. Hinvegin, so kunnu vit gleðast um at kvinnurnar týðiliga leika betri enn nakrantíð, tá bert tær eru í dystarvenjing og at satsningin við at raðfesta hettar liðið, hevur givið avkast. Nógvar eru sera seriøsar og taka uppgávuna í allarstørsta álvara. Aðrar eru kanska í tí støðu at tær fáa ikki so væl verið við, men velja hóast alt at seta tíðina av, tí endamálið er at skapa karmar fyri kvinnufótbólti á Sandoynni og so sjálvsagt eisini á Argjum, ið vit samstarva við. Hettar hevur stóran týdning, tí hóast tað er stórur munur á hvussu nógv meira virdur mannfólkafótbólturin er, enn kvinnufótbólturin, so mugu vit arbeiða fyri at bæði kynini hava líka góðan rætt at leika og mennast.

 

Nakrir tankar um kvinnufótbóltin

Í B71 er hettar við javnrætti millum kynini í øllum førum eitt av aðalmálunum og ivaleyst er tað eisini tað í øðrum feløgum, hóast vit ofta ynsktu at tað varð meira eyðsýnt praktiserað. Fyri bara at taka eitt afturvendandi dømi, so hava okkara kvinnur, næstan uttan undantak, ásetta dómaratrio til hvønn einasta heimadyst og aloftast eru tað FSF dómarar úr felagnum sum vera settir at døma. Hettar elvir, í okkara meting, til nógv betri fyriskipaðar dystir inni í Dal enn aðrastaðni, har tað ofta knípir við somikið sum at hava linjuverjar. Viðhvørt er dómarin enntá bara onkur sum er tveittur inn at døma uttan fyrilit fyri um viðkomandi er kompetentur ella ikki.

Sjálvsagt skulu vit ikki vera alt ov heilag hesum viðvíkjandi, tí vit missa eisini stevið viðhvørt og givið er at tað er trupult at fáa alt at røkka saman, serliga tá man má ganga út frá at tey sum virka í feløgunum kring landið, ivaleyst virka fyri at allir teirra limir skulu hava tað gott.

Sum eitt ítøkiligt ynski og áheitan vildu vit tó ditta okkum at fyrisligið øllum feløgunum, ið melda lið til í næstbestu deildini, at virða teirra egnu lið somikið nógv, at tey fyriskipaðu dystirnar betri m.a. við rættari døming; soleiðis skaptu tey størri áhuga og vit eru vís í at hettar hevði sæst aftur í ágrýtni og ídnari leikarum og venjarum, tí soleiðis hava vit upplivað tað her suðuri. Arbeiðssetningurin hevur leingi verið tann, at lurtar felagið eftir tørvinum hjá limunum og liðunum og loysir avbjóðingar eftir førimuni, so løna okkara tað aftur fleirfaldað. Hettar sæst aftur í hjálpsemi við felagsuppgávum, men sanniliga eisini vælvilja tær løturnar tá okkara arbeiði tíverri ikki strekkir til.

Hettar er menniskjasligt og vit skulu øll bera okkum menniskjasliga at ímóti hvørjum øðrum.

Drívið á B71! Drívið á kvinnur og menn í Føroyum!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar