Vit gjørdu tað aftur!

Tað letur til at vit skulu bara hitta oddaliðunum í 1. deild á heimvølli, so eru trý stig í væntu.

Fótbóltur kann vera óútrokniligur viðhvørt, men úrslitini bera eisini brá av at hópurin hevur størri dygdir enn stigatalvan boðar frá.

Fyri nøkrum vikum síðani vendu vit gongdini heima ímóti 07 Vestur, fyri síðani at tapa á útivølli ímóti botnproppinum úr EB/Streymi. Í síðstu viku vóru vit ikki nóg klárir ímóti KÍ á útivølli og tí var tað lítið trúligt at vit skuldu megna at gera sama bragd umaftur og vinna á oddaliðnum í deildini. Men, tað hendi so enn einaferð.

Dysturin er bert tríggjar minuttir gamal tá bólturin verður spældur inn frá vinstru síðu og eftir eitt sindur av manererilsi, so fær Clayton Soares fatur á bóltinum inni í brotsteiginum og smekkar hann í kassan til 1-0. Yvirhøvur sást tað ikki á spælinum at vit ofta hava verið við undirlutanum ímóti júst hesum liðnum, umframt at vit vóru eini 6 pláss aftanfyri í stigatalvuni undan dystinum. Men NSÍ fær so møguleikan at javna tá Hákun Skoubo Dalsgaard er óheppin og fellir ein mann í B71 feltinum. Brotsspark verður dømt og svikaleyst sett inn í høgru síðu. 1-1.

Í 54. minutti er tað so Tijani Mohammed ið fær fatur á bóltinum og rekur ímóti málinum. Hann velur at skjóta sjálvur og tað er eisini rætta avgerðin, aldan tí bólturin situr í kassanum og so er 2-1 til B71.

NSÍ hevur eisini rættuliga fitt av spælið í 2. hálvleiki og onkrar hissini málmøguleikar eisini. M.a. ein púra frían ímóti málinum, men Jóhan Herálvur Hentze, ið vardi málið nú Gerhard P. Lognberg er úti við skaða, bjargaði meistaraliga við høgra labba. Ein 100% møguleiki, ið dugnaligi ungi málverjin steðgaði við maner!

Soleiðis gongur dysturin eitt sindur aftur og fram hendan hálvleik, men tíbetur setur Aron Clementsen punktum og beinir vandan fyri einum NSÍ comebacki burtur úr verðini, tá B71 vinnur horna og sendir bóltin inn til Clayton, ið ikki fær beint bóltin í málið, NSÍ'ararnir royna at beina bóltin burtur, men ikki longur enn til Aron, ið smekkar til og so er 3-1 til heimaliðið, ið gerst endaliga úrslitið.

 

Næstan øll liðini í lægra endanum vunnu.

Man kann siga at sigurin í dag var týdningarmikil tí var óvæntaður, men hann var sanniliga eisini týdningarmikil sæð í ljósinum at hettar umfarið var serstakliga óvanligt. B36 vann trygt 6-0 á EB/Streymi, ið var væntandi, men eftir hettar vóru øll úrslit so at siga óvæntaði. Vit vinna 3-1 ímóti NSÍ, B68 vinnur 0-3 á KÍ, Skála vinnur 2-1 ímóti Víkingi og HB vinnur 1-0 á 07 Vestur.

T.v.s. at vunnu vit ikki í dag, so vóru vit triðjniðast, bert tvey stig frammanfyri HB, ið forrestin er mótstøðuliðið næsta umfar. So skjótt gongur tað, um úrslitini laga seg fyri onnur lið, tá vit ikki vinna.

Tískil er tað av alstørsta týdningi at vit fylgja uppgávuni til dyrnar, venja dúgligani og spæla fyri trý stig hvønn einasta dyst. Um vit vinna 1-0 ella 10-0, tað er líkamikið; bara vit vinna.

Komandi vikurnar verða nokk avgerðandi fyri um uppgávan at halda liðnum í deildini verður trupul ella lættari. Fríggjadagin eru vit á útivølli í Gundadali ímóti HB. Síðani er steðgur í 2 vikur, tá so Skála kemur suður at vitja leygardagin 14.09. Leygardagin 21.09 taka vit so ímóti einum øðrum Sandoyarliðið tá næstbesta liðið hjá B36 vitjar inni í Dal.

Hesi eru liðini sum øll liggja undir okkum í stigatalvuni, so hesir dystir skulu sum útgangsstøði vinnast. Seta vit stig til, so merkir tað bara at vit skulu út at arbeiða harðari seinni og tað burdi ikki verið neyðugt. Gera vit arbeiði til vildar nú beinanvegin, so lyfta vit trýstið á okkum og tað fer eisini at økja um møguleikarnar at taka týdningarmikil stig í øðrum dystum við truplari fortreytum.

Nú er hesin dysturin yvirstaðin, gleðin var stór, men í morgin er arbeiðsdagur aftur. Fríggjadagin skulu vit enn einaferð royna at taka trý!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar