Týdningarmikil sigur

Skal tað eydnast at enda árið nærhendis málinum, so eru allir dystir ein finala.

Tískil var tað sera væl úr hondum greitt arbeiði tá kvinnuliðið hjá AB/B71 tók øll trý stigini í dystinum í gjár ímóti kvinnunum úr Vágunum.

Fyrri hálvleikur var rótutur og bar brá av at liðið var eitt sindur óskipað eftir langan steðg. Góða spælið í seinastuni var torført at fáa eyga á, men tey nýttu hálvleikin væl og skipaðu seg betur. Endin var at tær skoraðu tvinni mál og vunnu.

Fyrsta málið skoraði Judith Rasmussen tíðliga í fyrra hálvleiki, meðan Vár Miðberg skoraði tað seinna miðskeiðis í hálvleikinum. Málverji okkara Kristina Bennadóttir hevði harumframt nakrar frálíkar bjargingar dystin ígjøgnum og megnaði at halda málið reint. Rós uppiborið fyri tað eisini, saman við verjuni, ið til allar aðrar tíðir megnaði at halda málverjanum arbeiðsleysan, ið sjálvsagt er at fyritrekkja.

Samanumtikið var dysturin eitt gott liðavrik ímóti einum trupulum mótstøðuliðið, har rusturin bleiv rystur av og klárt er at halda á fram við írestandi dystunum í kappingini.

Næsti dystur er á útivølli hóskvøld 22.08 ímóti FC Hoyvík. Vit vóna sjálvsagt trý stig á hesum degi eisini.

Drívið á AB/B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar