Málmunur 29-5 til KÍ í 2 ár

Í fjør taptu vit 4-1, 3-6 og 6-0. Í ár hava vit tapt 9-1 og í dag taptu vit so 4-0.

Undan dystinum í dag hava vit verið ótoluliga ringir ímóti klaksvíksingum í teimum 4 undanfarnu royndunum. Leikliga er dysturin í dag tó eitt undantak, hóast úrslitið minnir at kalla nógv um hinar dystirnar.

Brotsspark komu at spæla stórsta leiklutin í dystinum. Onki mál kom í fyrra hálvleiki og sum heild so leiktu okkara ein góðan dyst við fáum møguleikum, um nakað, so vóru teir allarflestu til okkara menn. Yvirhøvur komu KÍ til ógvuliga fáar royndir í opnum spælið.

Annar hálvleikur er ikki meir enn 3 minuttir gamal tá dómarin dømir brotsspark ikki færri enn tríggjar ferðir. Fyrstu ferð er eftir gott kvarter av spælið, tá ein mótstøðuleikari fintar Gunnar Lydersen, ið kastar seg niður í eina takling. Hann skýtir, men skotið verður blokerað av Klayver. Dómarin dregur tó leikin aftur beinanvegin, tí hann metir at bólturin hevur nomið við hondina á Gunnari, í tí KÍ'arin trekti fram við. Videoupptøkur av dystinum tykjast tó at siga eina aðra søgu, men dómarin hevur dømt og KÍ taka av og skorar uppá brotssparkið. 1-0 til KÍ.

B71 fær tó møguleikan at javnað nakað eftir, tá Tijani Mohammed verður feldur av málmanninum í sekstanmeturinum, men Geza Turi í KÍ málinum lesur brotssparkið hjá Símini Hansen av og bjargar. Í 73. minutti sendir amerikanski vongurin Darius Lewis bóltin innfyri og Klayver rakar hann ótilvitað við hondini. Dómarin letur hettar tó ikki forbí seg fara og KÍ skorar seinna brotssparkið og so er 2-0 til KÍ.

Bæði síðstu málini komu seint í dystinum tá B71 hevur trýst leingi at minka um munin. í 87. minutti skorar Hjallgrím Elltør til 3-0 tá hann sendir eitt beinleiðis horna innfyri málið. Bóltuirn ferðast yvirum málmannin og verjuleikararnir aftanfyri eru nakað ørkymlaðir yvir hvør skal taka bóltin, við tí úrslitið at bólturin endar í netinum. Atli Danielsen rundar dystin av í 89. minutti tá hann móttekur eina parering frá Jóhan Herálvi í málinum og smekkar hann hart eftir jørð. 4-0 endaliga úrslit.

 

Glottar eru at hóma

Tað er nakað torført at líta á at tað fyrr ella seinni fer at peika uppeftir við úrslitum hjá B71, tá úrslitini eru svingandi og oftani ikki til okkara fyrimuns. Hóast hettar, so mugu vit hyggja eftir 2. hálvu uppá longri sikt. Liðini sum vit møta í løtuni eru í grundini ikki tey liðini tað er stórstur møguleiki hjá okkum at basa. Vit hava altíð møguleikan til tað, men vit mugu ikki fara niður við høvdinum tá vit tapa ímóti einum sera væl skipaðum KÍ liðið, við nógv størri hópi enn okkara. Næsta leygardag kemur NSÍ á vitjan inni í Dal, ið liggur á 2. plássi í deildini, somuleiðis við einum rúgvismiklum og vælskipaðum hópið. Dysturin í dag prógvaði at vit nýtast ikki at vera bangnir fyri hesum liðum, men at vit møguliga skulu vænta okkum meira av teimum dystunum har mótstøðuliðini eru í tyngra endanum saman við okkum.

Hettar er ikki fyri at siga at vit ikki leggja nakað í úrslitið leygardagin ímóti NSÍ. Sjálvandi skulu vit vinna. Men gera vit ikki tað, so er ein møguleiki aftur vikuna eftir tá vit hitta HB í Gundadali og tá er øll orsøk at krevja meira av okkara liðið. Eru okkara tolnir, venja hart og hugsa langsigtað, so fara úrslitini spakuliga at fella meira og meira til okkara fyrimuns. Kappingarárið verður ikki avgjørt í einstøkum dystum, men yvir tíð.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar