Trivaligur sigur

Onnur helvt av U21 kappingini byrjaði í gjár tá NSÍ(b) vitjaði inni í Dal og eins og báðar undanfarnu ferðirnar, so vóru tað vit sum drógu longra stráið.

Nakrir tankar

U21 liðið hjá B71 hevur havt eitt sera jaligt kappingarár higartil. Vit hava upplivað og lært nógv, samstundis við at vit loksins kunnu bjóða eitt dygdargott tilboð til okkara dugnaliga ungdóm í eldra tannáringa aldri, ið krevja størri og betri avbjóðingar og eru sinnaðir at taka tøkini her suðuri á Sandoynni, umframt allir teir røsku ungu menninir, ið av einhvørjari orsøk ikki hava tíðina til yvirs at spæla á besta mansliðnum, annaðhvørt tí teir arbeiða nógv á landi ella á sjógvi, men hóast hettar vilja vera aktivir í felagnum og hjálpa til at tryggja at manning er til allar dystir. Áðrenn kappingarbyrjan kundu vit ikki beinleiðis garantera at tað fór at halda heim, uttan so teir vit spurdu eftir í byrjanini av árinum ikki høvdu verið so raskir at møtt upp, báði til venjing, men serliga til dyst. Aðalmálið hjá hesum fyrsta U21 kappingarárinum hjá B71 var frá byrjan at vit skuldu manna lið til allar dystir og fullføra árið uttan at nýtast at geva avboð tí vit ikki mannaðu lið. Hettar er ein serliga trupul arbeiðssetningur fyri eitt felag sum B71, ið virkar í einum økið, ið ikki júst ýðir í ungdómi. Hóast hesa sannroynd, so mugu vit ásanna at ungdómurin hevur verið serstakliga hugagóður, professionellur og ivrigur. Hóast vit til tíðir hava betri og fleiri fólk enn til aðrar tíðir, so hava vit viku inn og viku út megna at manna eitt kappingarført lið, og hettar hevur givið betri leiklig úrslit enn vit nakrantíð kundu hugsa okkum tá vit byrjaðu kappingarárið. Allur heiður til ungu menninar á U21 liðnum, ið eru orsøkin til at hettar kann bera til.

Dysturin

Undan dystinum vistu vit at úrslitini í undanfarnu tveimum dystunum millum okkara U21 lið og b-liðið hjá NSÍ hava koppað til okkara fordeil. Fyrsti dysturin endaði heili 8-0 til okkum, men tað skal síggjast í tí ljósinum at runavíksingar vóru óhepnir við tí at fleiri mans ikki náddu bátin og tískil komu teir undirmannaðir til dyst. Góður sportsandi, hóast vit ikki vóru gestablíðir við teir á vøllinum á hesum degi. Seinni dysturin í Runavík var javnari, men endaði tó við einum teprum 0-1 sigri til okkara ungu menn. Í gjár var so triðja og seinasta royndin ímóti liðnum norðanfjørðs gjørd.

Ikki kann sigast annað enn at vit byrja væl í dýrdarveðrinum í gjár. 6 minuttir leiktir og so hevur Kristian Krog Hentze longu lagt okkum á odda og 10 minuttir eftir leiðslumálið, so er tað enn einaferð Kristian, ið økir um munin til 2-0. Runavíksingar royndu óført allan dystin, men tað var eyðsýnt at okkara vóru ein tonn betri á degnum. Hans Odsson Hentze økir tá hálvur tími var leiktur til 3-0 og tað tóktist sum skrædlið var í væntu.

Tá vit fyri nøkrum mánaðum síðani komu í ta støðu at dystirnir blivu nakað nógvir og títtir, bæði hjá U17 og 1. deild, har nógvir av leikarunum í U21 hópinum eisini leika, so máttu vit ásanna at eyka hjálp var neyðug, skuldu vit ikki renna okkum í trupulleikar við manning. Tískil søktu vit um undantaksloyvir til tveir U15 leikarar, ið vit, í samráð við venjarar, mettu vóru komnir serliga langt á leið, at leika við U21 eisini. Tað er eisini eini av hesum báðum sera ungu monnunum, ið kemur fremst í rampuljósið, tá 15 ára gamli Fróði Højsted økir um leiðsluna til 4-0 við einum sera lekrum fluktara, eftir gott innlegg úr vinstru síðu. Sterkt.

Í øðrum hálvleiki væntaðu vit okkum sjálvsagt meir av tí sama, men dysturin dovnar nakað og menn blíva nokkso heitir. Hettar elvir til fleiri frísparksstøður, ov vandamiklar taklingar og kegl. Tíbetur spældi alt væl av við dystarlok og liðini skiltust uttan nakran keðiligan tilburð.

Hóast sigurin ongantíð var í vanda, so megnaði NSÍ at fáa meir og meira burturúr trýstinum í 2. hálvleiki og tá ein runavíksingur verður feldur beint uttanfyri brotsteigin, so fær mótstøðuliðið ein gyltan møguleika at taka reina málið frá Jóhan Herálvi Hentze í B71 málinum, ið sum vant stóð ein góðan dyst. Ífylgi dómaraseðlinum, so er tað 18 ára gamli Jan Dahl Kastalag, ið plaserar bóltin sera hegnisliga dygst til vinstru í málinum og nú er tað minni svíkir, men tað er ikki langt frá at hann rakti stongina og inn. Ongin kjansur hjá málmanninum at taka og so var minkað um munin til 4-1 í 76. minutti. Meiri hendir ikki í hesum dystinum og 4-1 gerst eisini endaliga støðan.

Toftir næstu ferð

U21 liðið skal leika á Toftum næsta umfar. Túrarnir norðeftir við U21 plaga at vera stuttligir, so tað er øll orsøk at gleða seg til enn eina stuttliga ferð norðeftir. Stigatalvan, ið er dagførd á fremstu síðu á hesi heimasíðuni, sigur okkum somikið at vit eru á 5. plássið í kappingini, meðan B68 er á 6. plássið, hóast vit eiga nakrar útsettar dystir til góðar. Tískil vænta vit at ein javnur og spennandi dystur stendur fyri framman.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar