Vánaligt avrik

Undan dystinum var kravið ein sigur, men tá avtornaði, so tveittu vit sigurin burtur, ið nærum lá í kortunum eftir loknan fyrra hálvleik.

Summi niðurløg eru tyngri enn onnur og eitt tap í dag ímóti liðnum sum liggur niðast, aftaná at hava vunnið ímóti liðnum sum liggur ovast beint frammanundan, er trupult at góðtaka.

Undan dystinum vóru sjálvsagt nøkur viðurskiftir, ið gjørdu tað truplari enn tað nýttist at vera, m.a. tað at vit sum kunnugt eru fyriuttan fastan venjara mánaðin út og at venjaratoymið hendan mánaðin ikki fekk verið við á bonkinum. Hóast hettar so høvdu menn fyrireikað seg væl og tað var greitt hvat vit fóru eftir. Sigurin skuldi fáast í hús, so vit kundu halda á fram við framgongdini.

At byrja við tóktist tað eisini sum um vit vóru ávegis ímóti einum tryggum sigri, tí longu eftir eini 15 minuttir hevur Tijani Mohammed skorað til 0-1 og Clayton Soares økt til 0-2.

Restin av spælinum í hálvleikinum svingar eitt sindur aftur og fram, men tað er onki sum letur til at leiðslan og sigurin sum vit høvdu fyri eyga var beinleiðis í vanda.

Hettar broytist alt so skjótt sum annar hálvleikur verður floytaður í gongd. Eini 10 sekund ganga og so er bólturin í netinum hjá B71. 1-2 og EB/Streymur setur seg meir og meir á dystin.

Í 65. minutti lata vit aftur mál inn og so aftur í 71. minutti. Verjuparturin siglur fullkomiliga og ongin sær út til at vita síni livandi ráð. Málið til 4-2 kemur í 83. minuti, men tá hevði dysturin verið yvirstaðin fyri okkara viðkomandi eina góða løtu. Vit hóttu einkultar ferðir, men álopsspælið var snøgt sagt líka vánaligt sum verjuspælið stórar partar av hálvleikinum.

 

Aftur til start

Vónandi er tað ongin í B71 leguni sum ber í bøtuflaka fyri úrslitið í dag. Okkara útgangsstøðið er munandi betur enn EB/Streymur at fáa stigini til høldar í dag og eina løtu taka vit av, fyri síðani at pissa stigini burtur í aðru syftu.

Tíbetur er loysnin heldur einkul hjá einum liðið, sum onki hevur at gera at tapa ein dyst ímóti einum liðið sum frammanundan hevur vunnið ein dyst í kappingarárinum, og hon er at venja dúgliga og seta seg upp til næsta dyst.

Ongin orsøk at dvøla yvir tað sum farið er, men passandi hevði verið at sæð hendan mista møguleikan sum eitt "wake-up call", við tí at ongin kemur sovandi til stigini. Liðið ýðir sum vera man í góðsku, men vit hava enn nógv at læra um at tryggja okkum stig og fylgja eini lagdari ætlan.

 

Menninir fara aftur at venja í næstu viku og við sera torførum útidysti í Klaksvík komandi leygardag, so er neyðugt við øðrum bollum í suppuni, tí hettar var bestemt ikki gott nokk.

 

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar