Stórur sannførandi sigur

Vit hava bert leikt teir fyrstu tveir dystirnar ímóti 07 Vesturi, og báðar heima, men tað gongur sjón fyri søgn at vit hava takið í løtuni.

Hóast vit í fyrra dystinum 18. juni høvdu vunnið 3-2 ímóti sama mótstøðuliðið sum í dag, so vóru vit ikki so tryggir í at tað fór at eydnast til fulnar, nú eftir summarsteðgin. 07 Vestur høvdu lagt út við fyrst at vinna B68 sannførandi og síðan Skála, meðan okkara menn høvdu tapt tepurt bæði ímóti HB og ímóti Víkingi. Tískil vóru útlit til ein truplan dyst ímóti toppliðnum í deildini, har vit væntaðu at jakstra eitt úrslit.

Tá avtornaði, so var sigurin, kanska heldur óvæntað, í okkara hondum stórar partar av dystinum og einasta málið hjá vágamonnum, ið setti stigini eitt sindur í vanda, kom eftir eitt fríspark, sum aldrin í verðini átti at verið dømt. Tíbetur kom hendan skeiva avgerðin hjá dómaranum, ið fyri tað mesta tók góðar avgerðir, ikki at hava nakra ávirkan á úrslitið.

Fleiri lið ið vit kappast við í deildini hava verið úti fyri stórari útskifting í hópinum og onkur hevur eisini styrkt seg munandi. B71 hevur eisini roynt at lagt afturat hópinum, ið tyntist eitt sindur út við tí at báðir útlendingarnir sum vit fingu til liðið í ár ikki leika við í 2. hálvu, meðan onkur einkultur er givin í felagnum. Tað er givið at tað er ikki sum at siga tað at fara út mitt í kappingini eftir leikarum tá man samstundis má út at gera avtalu við nýggjan venjara, men tíbetur hava vit fingið fatur á einum gomlum kenningi, ið síðstu árini hevur leikt aðrastaðni. Talan er um Aron Clementsen av Sandi, ið lesur til djóralækna niðri í hesum døgum. Aron er heima í summarsteðginum og vit gleðast um at hann hevur valt at hjálpa barndómsfelagnum og gera mun her suðuri.

Tað er eisini Aron, ið stemplar inn 10 minuttir áðrenn hálvleik, tá bólturin í einum vandamiklum álopið verður lagdur av til hann og hann fær smekkað hann í netið til 1-0. Beiggi hansara Marcus vildi eisini sleppa uppí spæl 5 minuttir eftir hálvleik, tá hann fær lagt sær bóltin til eitt langskot, ið syngur í netmeskurnar.

B71 hevur stóran leikligan yvirvág hesa løtuna og tí er tað spell at dómarin tekur eina vánaliga avgerð tá góður tími er leiktur, ið elvir til eina vandamikla støðu, ið harvið eisini endar við at 07 Vestur minkar um munin. Gunnar Lydersen setur eina glíðandi takling inn beint uttanfyri sekstanmeturin, ið fær stóra frøði í áskoðarafjøldina, júst tí hon er væl úr hondum greidd og rakar bóltin prikkabeint. Dómarin sum stendur smáar 10 metrar frá velur tó, púra skilaleyst, at floyta fyri frísparki til 07 Vestur. Tað hoyrdist á mannamúgvuni kring vøllin at ongin var samdur í hesi avgerð. Bólturin verður lagdur til skot og skotið fer beinleiðis á stongina og inn. Sera flott skot og ongin møguleiki hjá Gerhardi. 2-1 til B71 og nú er knappliga eitt sindur av vanda á ferð.

Vandin verður tíbetur punkteraður eitt sindur lítla løtu seinni tá Kristian Krog Hentze ger gott forarbeiði og leggur bóltin av til Aron stutt uttanfyri sekstanmeturin, ið skýtir hart og lágt út ímóti vinstru stong. Málmaðurin fær hondina á, men skotið er somikið hart at hann trillar inn í niðara málhorn kortini. 3-1 til B71 og sanniliga ein uppiborin leiðsla.

Gamli málrevurin og toppskorarin í deildini Clayton Soares punkterar síðani dystin fullkomiliga eftir 72. minuttir, tá hann eftir enn eitt frálíkt forarbeiði av Kristiani, rekur inn í sekstanmeturin frá vinstru síðu og skýtir yvir í høgra borð. Bólturin hevur ikki nógva ferð, men verður nokk rættaður eitt sindur av á vegnum og so er 4-1 til heimaliðið. Hettar gerst eisini endaliga úrslitið og ein veldiga týdningarmikil heimasigur er veruleiki.

 

Liðið er bara ov gott til at flyta niður

Undan dystinum kundi man ikki lata vera við at vera eitt sindur hálvnervøsur, tí tað er óhugnaliga stutt niður til niðurflytingarstrikuna, meðan tað er rættuliga fitt av dystum eftir at leika. HB á 9. plássið var bert 3 stig aftanfyri, tá teir í gjár tóku stig frá EB/Streymi og tí byrjaði tað at blíva smá vandamikið. Serliga hugstoytt var hesin veruleiki, tá man hugsar um alla góðskuna í liðnum, hvussu hart leikararnir hava arbeitt fyri sakini alla fyrru hálvu og hvussu oftani marginalarnir hava koppað hinvegin ístaðin fyri okkara veg. Vóru vit bara eitt sindur hepnari og dugnaligari at lukka dystir, so vóru vit væl tryggari í dag enn stigatalvan sigur.

Góðu taktirnar og frálíka leiktilfarið vóru eisini í hásætið í dag, umframt at bonkurin við trimum 16 ára gomlum, einum 17 ára gomlum og einum 21 ára gomlum stóð til at bresta við ungum evnaríkum leikarum, ið bíða eftir møguleikanum at vinna sær pláss á liðnum.

Vit hava arbeitt hart fyri at koma her til, har liðið er ungt og evnaríkt, blandað við góðum eldri og gomlum kreftum, ið okkara ungdómur lærir nógv av at venja og leika við dag út og dag inn. Tí er tað alneyðugt at góða arbeiði ikki verður fyri onkis við at vit enn einaferð flyta niður í triðjbestu deildina. Ein tílík støða hevði sett okkara arbeiði væl afturút, um vit yvirhøvur høvdu megna at fingið nakað munagott uppaftur at standa í brægið.

Tað stendur tí meira upp á spæl enn bara ein sigur her og der og mál og pengar og toppskjúttar. Vit spæla fyri framtíðina hjá felagnum og ikki minst fyri framtíðina hjá øllum teimum mongu børnunum og ungdóminum, ið veksa upp í felagnum og fáa gott lagt í beinini.

At enda kann man so draga tað heila niður á tað heilt basala og lágpraktiska faktumið at liðið er bara ov gott at flyta niður. Sagt uppá ein annan máta; leikararnir og hópurin hevur ov nógvar dygdir til at liggja og manerera við niðurflytingar spurninginum. Men tað er har vit eru í løtuni og jú skjótari vit vinna okkum neyðugu stigini at tryggja enn eitt ár í deildini, skjótari fáa vit farið út og tryggja okkum uppaftur betri hóp, við uppaftur betri møguleikum at gera seg galdandi í 2020.

Úrslitið í dag var frálíkt. Tey skulu bara koma títtari fyri, so er ivaleyst lívið væl lagað framyvir fyri Sandoyar fótbólti og ítrótti sum heild.

Komandi leygardag skulu okkara menn leika á útivølli ímóti EB/Streymi og spennandi verður at síggja um vit megna at leggja uppaftur størri sjógv millum okkum og niðurflytingarstrikuna. Hetta vóna og vænta vit.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar