Svumu í møguleikum

B71 misti øll stigini í dag, men innsatsturin lá ikki eftir. Tíverri var tað ein av hasum døgunum tá lítið og onki riggaði til fulnar.

Tá man letur mál inn í 2. minutti av dystinum, so veit man at uppgávan fer at vera trupul. Tað var júst tað sum hendi í dag. Eitt innlegg endar á høvdinum á HB manni og so er bólturin í netinum hjá B71. 0-1 til HB.

Í 39. minutti, stutt fyri hálvleik, er aftur galið, tá Gerhard kemur ov bragdliga út úr málinum ímóti HB leikara, ið rennir eftir einum fríløbara í feltinum. Hann blakar seg niður eftir bóltinum, men rakar eftir øllum at døma mannin og so er brotsspark. Brotssparkið verður hegnisliga sett í netið til 0-2.

B71 svarar aftur lítla løtu seinni tá bólturin verður skotin vandamikið inn fyri HB málið og fleiri B71 leikarar royna at pota hann inn. Hóast HB fær beint bóltin burtur, so vinkar linjuverjin fyri at bólturin hevur verið innanfyri og at Tijani Mohammed var síðsti maður á bóltinum. Hálvleiksstøða 1-2 til HB.

Heimaliðið sat á teimum flestu opnu møguleikunum í dystinum og nógv av spælinum. Einkultar ferðir slapp HB at royna seg ímóti Gerhardi í málinum, men fyriuttan sjálv málini, so tók hann tað sum neyðugt var, umframt at hann stórbjargaði eini tvær ferðir. Hjá okkum raktu vit bæði stong og yvirleggjara og brendu opnar møguleikar frammanfyri málið meir enn einaferð. Men útjavnandi málið kom ikki. Ímóti endanum av dystinum mundu vit havt fleiri opnar møguleikar upp í slag, men sum sagt, onki batti.

 

Hart at byrja aftur

Tað gongur sjón fyri søgn at tað er strævið at koma í umdreyningar aftur eftir steðg. Serliga strævið gerst tað tá vit standa uttan fastan venjara í hálvuni og mugu bíða allan august mánaða til nýggja loysnin kemur til landið.

Fyribils venjara loysnin er tó dygdargóð og vit vóna at leikararnir eru til reiðar at geva tað petti eyka sum skal til fyri at vit ikki missa ov nógv momentum her í byrjanini. Vit vita ikki hvussu støðan verður seinni, so tað er her og nú vit mugu koyra á og fáa so nógv burturúr sum gjørligt.

Næsti dystur verður fríggjadagin í Leirvík ímóti Víkingi og tá fara vit enn einaferð at royna eftir teimum trimum stigunum.

Spennandi verður at fylgja við. Spæla vit sum vit gjørdu í dag, men fáa mál hesu ferð, so er góður møguleiki fyri at vit vinna okkum tey stigini vit leita eftir

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar