Ungur styrkur

Fyri løtu síðani fingu vit avtalu við enn ein evnaríkan ungan mann hjá felagnum.

Brian Ágúst Erlingson er fylti 16 ára gamal fyri nøkrum døgum síðani og hesin aldurin merkir at hann nú kann traðka eitt týdningarmikið fet inn í vaksnamannadeildirnar, tá hann framyvir gerst tøkur at vera við 1. deildar hópinum hjá monnum.

Brian hevur leikt flestallar U17 og U21 dystirnar hjá felagnum í ár og hevur vant dúgligani. Uttan iva er hesin ungi maðurin verdur at hava eyguni eftir í framtíðini og tað er okkara vón at hann heldur á fram at gera sítt ítarsta við fótbóltin, eisini nú hann og aðrir eru lidnir í fólkaskúlanum og, sum vanligt er, søkir sær avbjóðingar aðrastaðni enn her í oynni.

Vit hava verið so heppin at Brian vísti barndómsfelagnum álit og skrivaði undir í kvøld.

Vónandi verða tað nógvir dystir fyri framman hjá hesum unga hálv føroyska, hálv íslendska manninum av Sandi.

Hjartaliga tillukku Brian!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar