U21 fekk sekk

Myndin stendur kanska eitt sindur í kontrast við úrslitið, men eitt sindur av sjálvsironii hava vit.

Tað var ikki lagt upp til at B71 skuldi lúta fyri Vìkingi so dyggiligani sum vit gjørdu mikudagin, hóast vit vóru eitt sindur skerdir við fólki. Besta mansliðið hevði spælt dagin fyri og tað gjørdi eisini sítt til at tað var ikki ráðiligt at hava ov nógvar av hesum leikarunum ov nógv við. Hinvegin so høvdu vit ressa eyka nógvar góðar ungar menn, at koma og hjálpa til nú vit vóru noyddir at leika dag um dag fyri at fáa kabalina at ganga upp.

Tað sum eisini gjørdi tað eitt sindur eyka trupult hjá okkum var at Víkinga liðið var sera sterkt og høvdu nógvar mans suður við. Eitt sindur óvanligt, men stuttligt at síggja at dystir vera tiknir í álvara.

Fyri at seta tingini í perspektiv, so er okkara U21 lið fyri ein stóran part nógvir U17 leikarar, einkultir U15 leikarar, ið spæla við undantaksloyvi og so onkrir av besta liðnum afturat hesum. Á mótstøðuliðnum mundu tað vera undantøkini ið vóru undir 19-20 ár og nógvir máttu verið eini 20-21 ár. Hettar er sjálvsagt púrasta í ordan, men tá hesir so spæla ímóti okkara, so sigur tað seg sjálvt at tann fysiski fyrimunurin kemur at hava alt at siga.

Tað raplar eisini inn við málum dystin á tamb. Vìkingur fær 5 í fyrra hálvleiki og 5 í seinna hálveiki, áðrenn vit, lukkutíð, fáa ein møguleika til skot og Brian Águst Erlingsson smekkar hann lágt og í netið, áðrenn dómarin blásir dystin av fyri seinastu ferð, beint aftaná.

 

Ongin skomm

Onkuntíð tosar man um skomm tá man er út fyri tílíkum stórtapum. Men man skal altíð hava umstøður og endamál við í betraktning tá man fer út at úttala seg á hendan hátt.

Dysturin mikukvøldið var bestemt ikki skomm. Ongin B71 leikari gjørdi seg fyri skommum, allir royndu tað teir megnaðu og tað vóru umstøðurnar sum gjørdu at tað fór ongantíð at bera til.

Sera, sera týdningarmikið er tó at hava í huga týdningin at U21 liðið hjá B71 er til yvirhøvur og at vit ongantíð víkja frá eini avbjóðin, óansæð um fortreytirnar ikki eru til staðar at fáa líkinda úrslit. Vit spæla fyri at vinna, men vit spæla eisini sjálvt um møguleikin er svinnandi lítil.

Dreingirnir og einkultir menn á liðnum góvu tað teir vóru mentir og tað skulu teir vera ernir av. Úrslitið kunnu teir líka so væl bara gloyma burtur aftur, men tað kemur ein dagur aftur í morgin og tá kappast vit aftur, vónandi við javnari fortreytum tað ferðina.

 

U21 er mennandi og umfatandi

Dysturin mikukvøldið var setti nakrar tankar í gongd um hví man spælir fótbólt. Tá man tíðliga í forløpinum sær at tað ikki fer at ganga eftir vild, so er gott høvið at reflektera yvir hví vit leika ítrótt og hvat endamálið er við at trilla bóltin runt sum eitt lið og hvat tað merkir at lata seg í B71 klæðini ár inn og ár út.

Fyri tað fyrsta kunnu vit viðmerkja tað fantastiska stuttliga partin av at hava eitt U21 lið, at man sær fólk á vølli og kring vøllin sum man annars ikki hevði sæð og kanska ikki hevur sæð í B71 høpið í longri tíð. Hesuferð høvdu vit tveir ungar mans, ið fyri fyrstu ferð í nógv ár tørnaðu út fyri B71 á heimavølli. Hesir gjørdu góðan figur, hóast fótbólturin ikki hevur ligið fremst í tonkum teirra tey seinastu árini og tað er m.a. hesar søgur, ið eru gull verdar fyri B71 at dyrka. Um áhugi er at spæla, so skulu øll sleppa upp í part hjá B71. At sleppa upp í part er stórur partur av felagskensluni.

Fyri tað næsta, so var tað sera stuttligt at síggja at hóast vit endaðu við at tapa 1-10, so var tað okkara mál allarseinast í dystinum, ið fekk nógv størsta frøði á fjøldina. Hóast vit bert reduseraðu til 1-10, so ljóðaði tað sum um vit javnaðu, tí tað var tað tað kendist sum og øll vóru fegin um at okkara fingu okkurt fyri ómakin.

U21 fer ikki at bjarga mansfótbóltinum hjá B71, tað er vist, men eitt tílíkt tilboð gevur møguleikar til okkara ungu menn, bæði teir sum venja viku inn og viku út, men ikki sleppa beint inn á besta liðið ella manglar eyka minuttir fyri at mennast; men eisini teir ungu menn, ið ikki fáast við fótbólt til dagligt, men hóast hettar játta sær at hjálpa felagnum og liðnum við manning, so at øll restin fær spælt. Harafturat aktiverar tað nógvar mans, ið hava evnir at leika, men kanska ikki møguleika at venja og spæla fast.

Her eru næstan bara jalig ting at draga fram og vit ivast ikki í at tað fer at halda áfram árið á tamb.

Drívið á ungu menn!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 14 19 31
3 AB 14 14 27
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 14 -22 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar