Ársins comeback!

Tað sá eitt sindur svart út í fyrru hálvu av fyrra hálvleiki, men so vendi B71 alt á høvdið!

Dysturin í kvøld var ein útsettur dystur, ið upprunaliga skuldi leikast í 6. umfari, men eftir at dysturin var ryktur runt eini tvær ferðir, so samdust feløgini um dagin í dag at leika dystin.

07 Vestur kemur eisini betur frá byrjan og dysturin er heldur ikki serliga gamal tá vágamenn koma framum. Eitt hornaspark endar við at Dann Fróðason setur høvdið á og bólturin rýkur í netið. Løtu seinni er aftur galið og aftur er tað ein deyðbóltur. Fríspark úr høgru síðu endar hjá Niels Mouritsen, ið setur innarusíðu á og so er 2-0 til 07 Vestur.

Hálvleikurin man vera hálvrunnin og hóast B71 hevur leikt væl, so er tað eitt sindur av eini niðanbrekku nú tað stundar til hálvleik. Men tað skuldi vísa seg at tað vóru deyðbóltarnir sum avgera alt í dystinum í dag. Fyrst minkar Clayton Soares um munin stutt fyri hálvleik til 1-2. Eina løtu inn í annan hálvleik er Clayton aftur uppá spæl tá vit taka eitt skjótt hornaspark, ið tekur mótstøðuliðið av bólið og so er 2-2. Tað gongur bert ein lítil løta afturat og so verður Tijani Mohammed hálaður niður í brotsteiginum og Símin Hansen verður settur at skjóta. Hann setur bóltin í kassan til 3-2 og tað fær eftir øllum at døma øðið í 07 Vestur, ið endar við at Jóannis á Steig verður rikin av vøllinum.

Hóast vit eru ein mann í yvirtal og leika sera væl, so er tað 07 Vestur ið trýstir munandi meira fyri at minka um munin, serliga síðsta kvarteri av dystinum. Fleiri ferðir eru teir nær við at koma til naskar royndir, men nógva trýstið ber eisini við sær at B71 fáa nakrar vandamiklar umstillingar og snarálop. Tað hendir tó ikki meira í dystinum. Verjuparturin ger sína skyldu og hóast tað lat til at vera lagdir rættuliga fitt av tíð afturat dystinum, so verður hann til endans blástur av við úrslitinum 3-2 til B71.

 

Sera týdningarmikil stig!

Tað er onki at siga til at vit høvdu ikki vænta okkum tað heilt stóra frá dystinum í dag. 07 Vestur er longri í oddinum av deildini og kappast um uppflytaraplássini, meðan vit liggja í niðara endanum í løtuni. Hóast hettar, so var munurin ikki stórur á liðunum í dag og viðhvørt áttu B71'ararnir munin.

Hettar er prógv um og eitt herðaklapp til B71 leikarar og venjarar, ið hava lagt nógv fyri dagin í ár. Vant hart og dúgligani og hóast vit hava verið við undirlutanum fleiri ferðir, so hevur ongin ivast í dygdunum á hesum spennandi liðnum við nógvum ungum og evnaríkum leikarum, eins væl og vit hava fleiri góðar royndar kreftir, ið vita hvat tað vil siga at leika á ovastu rók.

Dynamikkurin og andin á liðnum er sera góður og tað er kanska eisini hettar, ið ger at vit eru eitt betri lið í ár, enn fleiri ár frammanundan.

Latum okkum halda góða stríðsandan við líka og koyra tað líka til kappingarenda.

Fyrsti prioritetur beint nú er tó komandi leygardag tá vit vitja á Toftum og leika síðsta dyst í fyrstu helvt av kappingini ímóti B68. Har kundu vit gott tonkt okkum at fingið stig eisini. So rundaðu vit væl av, áðrenn vit fara í væl uppiborna summarferiu í nakrar vikur.

 

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar