Ein smá órættvísur javnleikur

Av einhvørjari orsøk so var dystur longu hósdag hesa vikuna og hann íddi í málmøguleikum.

B71 skuldi norð um fjørðin at leika á Skála hósdagin. At ferðast longri teinar til dyst mitt í viku er snøgt sagt ikki bestu fortreytirnar fyri góðum úrslitið. Men dysturin er ásettur tá dysturin er ásettur og mótvegis ávísum øðrum feløgum í Føroyum, so leika vit dystir til ásettar tíðir.

Klokkan var 19.30 um kvøldið tá dysturin var bríkslaður í gongd og tað er heilt týðiligt at B71 kemur best frá byrjan. Okkara menn eru ágrýtnir og eru konstant á bólthaldaranum og trýsta. Tað letur til at vit løgdu alla orku frá byrjan í at fáa fyrsta málið. Hettar eydnast eisini í 18. minutti, tá Kristian Krog Hentze rekur við bóltinum í vinstru síðu. Hann setur Skálamenn av og sneiðir innum; verjuketan er farin í upploysn eina løtu og Kristian fær lagt bóltin av til Brynjar Óla Bjarnason, ið smekkar bóltin framvið málmanninum til 0-1. Triðja málið í kappingarárinum til dugnaliga íslendingin og fult uppiborið eftir 20 minuttir av sera góðum spælið.

Tað sum hendi víðari í dystinum var sera undrunarvert. Møguliga hevði tað okkurt at gera við høgu leikferðina sum okkara menn settu í gongd frá fyrsta bríkslið og at hettar síðan elvdi til minni orku eftir leiðslumálið, men óansæð, so er vitjandi liðið ikki tað sama restina av dystinum. Leikferðin fellur næstan við eitt og vit leggja okkum aftur at verja. Hettar hevði fyri sovítt verið í lagið, tí verjuparturin gekk frálíka væl og allir stóðu sera kompakt, men frameftir hendi onki, í øllum førum í 1. hálvleiki. Skála tekur fullkomiliga yvir, men illa ber til at spæla seg allan vegin inn í sekstanmeturin at skora. Ístaðin dúva teir uppá langskot fyri tað mesta, ið sita rímiliga væl. Gerhard bjargar nøkur, meðan nøkur enda á yvirleggjaranum. Og tá vit siga "nøkur", so var talan nokk um eini 5 ferðir at Skála rakti tvørtræðið.

Onki munar tó og so hvørt sum dysturin líðir, so fáa vit eisini onkrar einkultar møguleikar, oftast uppá umstillingar, ið enda við vandamiklum snarálopum, tó uttan úrslit.

Tað tóktist hinvegin bert vera ein spurningur um tíð, áðrenn heimaliðið javnaði, tí teir regulert svumu í málmøguleikum. Í 85. minutti megna vit so ikki longur at halda teimum frá fatinum. Ein Skálamaður sleppur at skalla bóltin uppum Gerhard í málinum og so er 1-1. Hóast hettar nokk var rættvíst, so er ongin ivi um at tað er nokkso súrt, havandi í huga at okkara høvdu vart manniliga í ein heilan tíma, umframt at hettar yvirhøvur ikki var besti møguleikin teir higartil høvdu havt at skora.

Men javnleikur verður tað so. B71 hevur ein stóran møguleika at stjæla øll stigini í seinasta minutti, tá Brynjar Óli móttekur bóltin og rennur púra leysur ímóti Skála málverjanum. Ein verjuleikari rennur beint aftanfyri hann og forstýrar hann møguliga akkurát nóg mikið, tí tá maðurin skal leggja an til skotið (ella avlevering, tí har vóru eini 2-3 aðrir gulir frammi við um hettar mundi), so glíðir hann og lendir frammanfyri bóltin. Málmøguleikin verður tí til onkis og vit fara aftur til at verja javnleikin heim.

 

Javnleikur á útivølli mitt í viku er góðtikið

Meira er ikki at siga um hattar. Fortreytirnar fyri ein sigur vóru til staðar, men tær vóru ikki beinleiðis góðar. Skálamenn hava eitt gott lið í bestu deildini og tað gongur sjón fyri søgn at næstbesta liðið nýtir gott av rutineraðum kreftum, ungum evnaríkum leikarum og í hesum førinum 3 leikarum, ið eru regluliga við besta liðnum í Betri deildini.

Alt hettar havt í huga, so skulu vit ikki vera so kedd av at vit mistu tað á stokkinum. Allarbest hevði verið um vit vunnu, ið eisini var málsetningurin, men ein útidyst mitt í viku skal man bara fáa sum mest burturúr.

Javnleikurin gevur okkum eisini eitt sindur av luft til botnliðini, umframt at tað ikki loyvir Skála framum okkum hettar umfarið.

Næsti dystur er torførur heimavalladystur ímóti 07 Vestur. Hesin dysturin er útsettur dystur, so hann verður leiktur longu týskvøldið 18. juni, áðrenn vit enda fyrru hálvu á útivølli ímóti B68 á Toftum leygardagin 22.06.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 14 19 31
3 AB 14 14 27
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 14 -22 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar