Spenningurin økist

Málsetningurin hjá felagsliðnum fyri árið er at enda ovast tá avtornar. Tann málsetningurin livir enn.

Tað er onki at siga til at lagið er gott í samanløgdu Argja og Sandoyar leguni í hesum døgum. Okkurt hissini tap eru komin fyri á leiðini, men gongdin hevur verið góð og hon heldur á fram eftir leiktan dyst í gjár ímóti hoyvíksdamum.

Tað er heimaliðið, ið leggur seg omaná í dystinum og stutt fyri hálvleik er tað Judith Rasmussen, ið leggur felagsliðið á odda 1-0. Gerda Magnussen úr Húsavík økir tíðliga í seinna hálvleiki til 2-0, áðrenn Vár Miðberg rundar dystin av stutt fyri leiklok við málinum til endaligu støðuna, 3-0 til AB/B71.

 

Komandi dystirnir vera nokk avgerandi

Næsti dysturin í skránni verður leiktur sunnudagin 16.06 og verður ein áhugaverd grannauppgerð millum AB og AB/B71 á Argjum! Eftir hesa uppgávuna, so er tað HB kvinnurnar ið koma á vitjan inni í Dal leygardagin 22.06.

Um vit eru so heppin, ella kanska skuldi man sagt, dugnalig, at okkara fáa teir neyðugu sigrarnar í báðum dystunum, so verður síðsti dystur í 1. helvt eitt ordans brak av eini odda uppgerð millum felagsliðini ÍF/Víkingur/B68 og AB/B71 í Sarpugerði 29.06.

Vit vóna at kabalin gongur upp soleiðis sum vit vilja hava hana og at vit fara væl nøgd í summarferiu. Men allarfyrst so hyggja vit fram til sunnudagin og fyrstu uppgávuna. AB-AB/B71 á Argjum.

 

Drívið á AB/B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 12 14 28
2 Víkingur 12 16 25
3 07 Vestur 11 12 25
4 11 10 20
5 B68 12 -5 13
6 B71 11 -9 13
7 Skála 13 -2 12
8 B36 12 -9 12
9 HB 12 -5 8
10 EB/Streymur 12 -22 3
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar