Ein fyrimyndarligur dystur

Tað er sjáldsamt at man tapir ein dyst, men sær so fáar súrar minur og ringt lag.

Undan dystinum í gjár ímóti ÍF í Fuglafirði, so var ikki ongin vandi fyri at sinnaløgini fóru at taka yvir í hesum returdystinum. Í apríl mánaði spældu fuglfirðingar inni í Dal og stjólu sær øll stigini við norður, tá teir í 81. minutti skoraðu eitt heppi mál til 0-1, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið. Verrið gjørdist tað í yvirtíðini tá ruðuleiki í sekstanmeturinum elvdi til eitt reytt kort í part til liðini bæði.

Nú, 2 mánaðir seinni, kundi man freistast at halda at hevnissøkur fóru at liggja fremst í tonkunum, men tíbetur sást lítið til slíkar ónáðir í dystinum í gjárkvøldið. Aldan tí besta mansliðið hevur miðvikudyst á Skála hósdagin, so var tað ikki ráðiligt at lata nógvar, ið eisini leika nógv við besta liðnum, fara við at leika, tískil var liðið eitt vet skert. Hóast hesa sannroynd, so vóru fleiri av teimum ið vanliga mynda hettar liðið við í hópinum og fingu góða hjálp frá eyka fólki, ið vanliga ikki venur, men traðkar til tá á stendur. Tað skulu hesir hava stóra tøkk fyri og eitt herðaklapp. Uttan gott fólk at traðka til, so bar tað ikki líka væl til at halda U21 liðið koyrandi.

Tað var eyðsæð frá fyrsta bríkslið, at okkara ungu menn høvdu fingið boð uppá at liggja afturi og absorbera trýstið og kanska serliga at standa tættir og dúva uppá snarálop og royna at skjóta innlegg. ÍF'ararnir hinvegin sluppu at halda uppá bóltin á egnaru hálvu nokkso leingi. Tað eydnast eisini B71 at halda mótstøðuliðnum frá nøkrum veruligum møguleika nokkso leingi í 1. hálvleiki, men stutt fyri bríkslið eydnast tað tó ÍF at bróta ígjøgnum og skora til 0-1. Sera óheppi og tað blívir ikki frægari av at tað ganga bara fáir minuttir av øðrum hálvleiki, so er bólturin aftur í okkara netið. 2-0 til heimaliðið og tung mótbrekka tað sum eftir er.

Avgjørt var so hinvegin at loypa meira á og at trýsta bólthaldaran munandi meira enn áður. Nógva trýstið og batnaða spælið elvir eisini til ein frían møguleika tá Pætur Nolsøe móttekur bóltin púra leysur frammanfyri málinum, men temjingin er ikki nóg skjót og skotið ov bleytt, so málmaðurin fær tikið tað uttan stórvegis trupulleikar. Tá tað resta eini 25 minuttir av 2. hálvleiki, so riggar trýstspælið eisini hjá B71. Bólturin verður spældur aftur til málmannin, men fleiri B71'arar eru rundanum hann og trýsta hann somikið nógv at hann spælir sær ov skjótt av við bóltin, ið endar hjá Róa Klementsen, ið ger skjótt av og plaserar bóltin hegnisliga og eftir jørð í vinstra síðu. 2-1 og spenningurin økist.

B71 heldur á fram at trýsta ÍF, ið eru meiri frustreraðir enn áður. Spælið var til tíðir sera gott, men týdningarmest av øllum var hugburðurin. Tað var upprekk til nakrar støður har vit væl kundu øst okkum, men okkara ungu menn løgdu illsinnið til síðis fyri heldur at brúka tíðina uppá at jakstra málið. Hettar var tann rætta avgerðin, eisini nú vit vita at málið ongantíð kom. Viljin at halda áfram at leika fótbólt gjørdi tað at okkara komu til nógv fleiri møguleikar enn teir annars høvdu fingið um vit brúktu minutt eftir minutt uppá grenj og býttar hevnissøkur.

 

Eitt tap í stigum; men ein sigur í hugburi

ÍF vann 2-1, men hettar nýggja ættarliðið vísti seg frá síni allarbestu fótbóltssíðu í dag. Enn einaferð síggja vit týdningin av at teir hálvvaksnu sleppa at royna seg í eini ungdómsdeild, har tað er lov at gera mistøk, uttan at tað skal kosta felaginum nakað sørt, men har tað samstundis er týdningarmikið at man ger sítt ítarsta, tí tað mennir teg sum leikara. Afturat hesum so vilja vit sjálvsagt vinna. Altíð!

Kappingin higartil hevur verið ótrúliga jalig fyri okkara viðkomandi og vit hava fingið nógvar ungar mans at leikt nógv fleiri minuttir fyri felagið enn teir annars høvdu, var U21 liðið ikki ein realitetur, afturat tí at okkara leikarar ið venja støðugt, men mangla minuttir, fáa teir minuttirnar teir hava tørv á viku inn og viku út.

Tískil fara vit at heita á allar tykkum U21 leikarar um at halda á fram við góðu taktunum tit hava víst í hesi deildini, læra av tykkara mistøkum og gera tykkum til reiðar til avbjóðingar fyri framman.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar