2x Judith, 1x Sólrun

Kvinnurnar tóku 3 týdningarmikil stig í gjárkvøldið tá tær bastu "arvafíggindanum" úr Vágunum.

Hettar fer at vera 3. árið á rað, at felagsliðið hjá AB/B71 hevur virka. Í 2017 endaðu tær á triðjaplássið í næstbestu deildini, í 2018 endaðu tær á øðrum plássið, so málsetningurin fyri árið í ár var sjálvsagt at taka fyrsta plássið í deildini.

Tað hevur tó ikki gingið eftir vild hvørja ferð hjá kvinnunum og sæð í ljósið at tað verða ikki so nógvir dystir spældir í næstbestu deildini tilsamans, so verður tað beinanvegin trupult tá man missur stig í einkultum dystum.

Tó so, telur man leysliga saman, so sær tað út til at AB/B71 kvinnurnar enn hava ein møguleika at koma upp á ovastu rók. Kappingin er ikki meir enn hálvrunnin, so nógv kann henda enn.

Serliga var tað byrjanin av dystinum í gjár sum sendi felagsliðið á vinnarakós. Sólrun Sørensen byrjar ballið við einum forkunnugum málið til 0-1 og Judith Rasmussen fylgir upp í 12. og 23. minutti og ger tað til 0-2 og so 0-3 til AB/B71. 07 Vestur svarar aftur í 34. minutti og í 69. minutti, men tað er ov lítið. Endaliga úrslitið verður ein 2-3 sigur til okkara kvinnur!

 

Kvinnurnar menna seg

Stigini eru tað sum telja mest, men tað sum er serliga gleðiligt er tó at síggja hvussu nógv kvinnurnar hava ment seg fótbóltsliga seinastu árini. Hettar skal helst halda á fram og tískil mugu vit støðugt stremba eftir at flyta liðið og krevja meiri av okkara leikarum.

Sum er, so innfría tær tó tað vit vænta av teimum. So fáa vit at síggja um tær eisini klára at hála seg uppeftir stigatalvuni tað sum eftir er av kappingini. Vit sum fylgja við, ivast ikki í at tær eru tað mentar!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 12 14 28
2 Víkingur 12 16 25
3 07 Vestur 11 12 25
4 11 10 20
5 B68 12 -5 13
6 B71 11 -9 13
7 Skála 13 -2 12
8 B36 12 -9 12
9 HB 12 -5 8
10 EB/Streymur 12 -22 3
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar