Ein vátur sigur!

Tað var áarføri í allan dag og hettar merkti eisini spælgóðskuna. Men B71 megnaði so at fáa trý stig aftur í dag.

Dysturin var framskundaður til kl. 14.00 í dag, allarhelst orsaka av týdningarmiklu Champions League finaluni, ið fólk vildu hava tíð at hita upp til.

Men áðrenn vit kundu seta okkum afturá og hyggja eftir stórsta evropeiska dystinum í árinum, so var tað fyri nøkur av okkum ein enn týdningarmiklari uppgáva at loysa inni í Dal. At vinna sær trý stig ímóti næstbesta liðnum hjá EB/Streymi, ið vitjaði.

Dysturin byrjar heldur vánaligt tá Óli E. Magnussen hjá EB/Streymi móttekur eitt innlegg og potar bóltin rímiliga ótarnaður í B71 netið til 0-1 longu eftir 4. minuttir.

Til alt harrans held so svara okkara menn aftur longu minuttin eftir, tá Brynjar Óli Bjarnason verður kliktur á hælin, púrasta fríur ímóti málinum. Brotsspark verður dømt og møguliga eitt sindur undarligt, onki reytt kort. Men óansæð, so var brotssparkið tað týdningarmesta og tað er, sum ofta fyrr, Tijani Mohammed ið skal avgreiða fyri sandoyingar. Hann er svikaleyst tryggur og smekkar bóltin í vinstru síðu av málinum til 1-1!

EB/Streymur hevur annars ikki tað stóra at bjóða uppá hendan hálvleikin; heldur er tað heimaliðið ið er nær við at koma til fleiri royndir, men onki ítøkiligt spyrst burturúr teimum annars væl spældu álopunum vit fáa. Vindurin ger eisini sítt at forstýra í verjuni, men 2-1 málið kom ikki í 1. hálvleiki.

2. hálvleikur byrjar líka bragdliga sum fyrri, tá B71 fara skjótt í álop og senda bóltin flatt innfyri úr vinstru síðu, har gamli málrevurin Clayton Soares bíðar og setur innarusíðuna á bóltin. 2-1 til B71 eftir bert fáar minuttir av 2. hálvleiki!

Dysturin var sum sagt merktur av nógvum vindi og serliga nógvum regni, men tað var hóast alt spælandi, um enn ikki so pent og behagiligt til tíðir. Hóast hettar, so spælir B71 faktiskt uppaftur betur í 2. hálvleiki enn í fyrra, meðan EB/Streymur hevur onkrar naskar royndir at fáa útjavnandi málið. Royndirnar verða tó ongantíð meir enn vandamiklar og málmenninir báðir taka alt tað leysa.

2-1 verður endaliga úrslitið í dystinum og stór frøði á bæði heimaliðnum, men eisini áskoðarunum. Hesi stigini vóru kærkomin og serliga týdningarmikil nú vit royna at loysa okkum burturúr botnstríðnum.

 

Útsettir dystir forstýra

Tað ber illa til at siga nakað um B71, uttan samstundis at koma við einari viðmerking um teir útsettu dystirnir ið forstýra okkara fyrru hálvu. Dysturin ímóti 07 Vestur hevur leingi ligið og latið bíða eftir sær, men har eiga vit so lut í at tann dysturin hevur ligið og lúrt nakað leingi.

Hinvegin hava vit enn ein óneyðugan útsettan dyst, ið vit hava fingið tveitt í høvdið av einum heldur ryggleysum Fótbóltssambandið og einum heldur forkelaðum liðið úr Klaksvík. Tað er snøgt sagt út av lagið illa handfarið mál, ið elvir til stóra misnøgd í B71 leguni og bara forstýrar arbeiðið hjá okkum, sum frammanundan er torført.

Fótbóltssambandið, ið leingi hevur trúttað niður í okkum at teir vilja menna føroyskan fótbólt og at tey smærri feløgini ikki skulu vera við sviðið soð, ger í hesum málinum ikki bert púra øvugt av tí teir prædika, men teir víkja beinleiðis frá øllum galdandi lógum, reglum og mannagongdum, ið vit hava litið á líka so leingi sum vit hava duga at sparka fótbólt.

Vit eru fegnir um at vit klára at miðsavna okkum um uppgávurnar og vinna dystir í 1. deild, men tað skal ikki vera nøkur loyna at hesir dystirnir liggja konstant og skapa okkum høvuðbrýggj í daglidegnum, tí vit vita ikki hvussu endin verður, fyriuttan tað at vit kenna okkum ótrúliga illa behandlaði av okkara egna Fótbóltssambandið.

Í dag fara vit tó at leggja tað til síðis og feira ein týdningarmiklan sigur. So taka vit tað uppaftur í morgin tá nýggjur dagur rísir!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar