Aftur ein sigur

Orsaka av umkomfadring av leikdøgum, so leiktu U21 leikararnir tværreisur ímóti NSÍ (b) uppá eini 10 dagar.

Fyrri dysturin endaði við sannari málveitslu uppá 8-0, mest orsaka av at runavíkingar vóru so illa mannaðir. Hesin seinni sigurin var meiri lítilátin í vavið, tó so at ein sigur er ein sigur.

Um sjálvan dystin kann sigast at NSÍ vóru sjálvsagt væl betri mannaðir til hendan heimadystin enn undanfarna útidyst, men at tað nokk var B71 ið átti munin í spælinum, hóast NSÍ hevði nakrar risa møguleikar at javna, ið teir nokk høvdu megnað um Jóhan Herálvur Hentze í málinum ikki stóð sum eitt fjall og noktaði teimum málini allan dystin.

Einasta málið í dystinum kom stutt fyri hálvleik og var eitt straffispark, ið Kristian Krog Hentze smaskaði upp í høgra málhorn. 0-1 til hálvleik.

Seinni hálvleikur er ikki meir enn byrjaður tá straffi aftur verður dømt til B71. Rani Nicolajsen verður hesu ferð settur at skjóta, men hann brennur tíverri frá 11 metur blettinum.

NSÍ hevði sum áður nevnt nakrar risa møguleikar, men B71 hevði somuleiðis naskar royndir ímóti málinum. Endin er tó at vit halda eitt máls leiðsluna til endabríkslið og trý stig afturat eru komin á U21 kontoina.

Stigatalvan sær ikki so býtt út. B71 er á fjórða plássi av átta við nøkrum dystum minni. Tískil er enn góður møguleiki at blanda seg í oddinum og eftir so smátt at hava leikt ímóti teimum flestu liðunum, so gongur tað sjón fyri søgn at okkara standa onki aftanfyri hini liðini í deildini, hvørt er gleðiligt at síggja.

Tað fór altíð at vera eitt sats at melda eitt U21 lið til hjá B71, men samstundis er tað gott at satsið riggar enn og sera stuttligt at síggja menningina hjá okkara ungu monnum, ið stríðast fyri hvønn einasta bólt og gerast betri og betri fyri hvønn dyst teir leggja afturum seg.

Framtíðin er bjørt!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 12 14 28
2 Víkingur 12 16 25
3 07 Vestur 11 12 25
4 11 10 20
5 B68 12 -5 13
6 B71 11 -9 13
7 Skála 13 -2 12
8 B36 12 -9 12
9 HB 12 -5 8
10 EB/Streymur 12 -22 3
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar