Nógv mál, fáir mótstøðuleikarar

NSÍ kom suður til dyst mánakvøldið, men tíverri vóru fleiri leikarar ov seinir til bátin, ið endaði við at 9 mans vóru á mótstøðuliðnum.

Tað var lagt upp til ein stuttligan heimadyst farna mánadag, men tíverri kom mótstøðuliðið í tað keðiligu støðu at leikarar vóru ov seinir suður. Tískil leiktu vit 11 ímóti 9 allan dystin.

Hendan sannroynd gjørdi so eisini tað at úrslitið koppaði alvorliga til okkara fyrimuns, men hóast hettar var hálvleiksstøðan einans 2-0 til B71. Ímóti endanum av dystinum fingu runavíksingar tó ikki staðið ímóti longur og okkara menn sluppu lættari og lættari til møguleikarnar.

Málini skoraðu Rói (1), Bogi (1), Alvi (1), Kristian (1) Brian (2) og Rani (2). Fleiri mál vóru væl spæld og summi heilt góð. Serliga var langskotið hjá Briani Águsti Erlingsson serstakliga væl skotið, beinleiðis upp í samankomingina.

Endaliga úrslitið gjørdist tískil 8-0 til B71, men rós skulu NSÍ hava fyri, at fyri tað fyrsta koma suður við 9 monnum og leika dystin undir truplum umstøðum; men eisini fyri góðan hugburð og hart arbeiði.

Næsti dystur er returdystur í Runavík har vit hitta sama lið. Vónandi eru teir eitt sindur betri mannaðir og kunnu geva okkara skarpari gang. Kanska fáa okkara trý stig enn einaferð, men tað fer tíðin at vísa.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 19 21 40
2 07 Vestur 19 18 38
3 NSÍ 18 16 38
4 18 22 35
5 B68 19 -6 22
6 B71 18 -16 19
7 B36 19 -11 18
8 Skála 19 -8 17
9 HB 18 -11 13
10 EB/Streymur 19 -25 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 12 27 29
2 AB 9 9 18
3 AB/B71 9 2 16
4 HB 6 2 10
5 FC Hoyvík 12 -22 6
6 07 Vestur 10 -18 4
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 15 31 36
2 Víkingur 16 26 33
3 ÍF 16 5 28
4 B71 13 1 21
5 EB/Streymur 15 0 19
6 B68 15 0 14
7 KÍ (b) 14 -15 14
8 NSÍ (b) 16 -48 6

Høvuðsstuðul

Stuðlar