Tungt tap

Tað er ongantíð stuttligt at tapa. Undantøk vóru at hóma, men alt ov ofta tóktust vit óupplagdir til uppgávuna í gjár.

Eitt felag sum B71 hevur tað trupult í næstbestu deildini; tað er nokk ein staðfesting nú eftir at vit í skjótt nógv ár hava roynt at fingið besta mansliðið longur upp í oddin á deildini. Tey næstbestu liðini hjá feløgum, hvørs besta lið spælir í bestu deildini gerast bara sterkari og sterkari, í trá við at hesi feløg fáa meir og meiri pengar og harvið fleiri og fleiri evnaríkar leikarar. Teir, ið ikki eru allarbestir, verða tískil sendir niður at leika ímóti okkara felagið, ið bara akkurát megnar at manna eitt lið í næstbestu deildini og har mugu allir spæla allatíðina, um kabalin skal ganga upp. Koma skaðar fyri, so er ikki nemt hjá okkum bara at hála fólk inn frá øðrum liðum at tøppa holini; og nú er hettar ikki eingong tað ringasta árið í so máta, tí sjáldan hava menn vant so dúgligani sum í ár og sjáldan hevur hópurin verði somikið breiður at man kann hava mannfall við fleiri skaðum og leikbannum viku inn og viku út, og stadigvekk stilla eitt hampuliga kappingarført lið til dyst.

Hettar var bert ein lítil hugleiðing um hvussu torfør uppgávan er frá byrjan til enda. Vit hava tó tikið uppgávuna upp á okkum við góðum treysti og tískil kann onki av hesum koma sum eitt yvirraskilsi, eiheldur skal tað brúkast sum ein undanførsla. Tað skal bert vera í bakhøvdinum hjá einhvørjum, hvørja ferð vit koma illani frá uppgávuni. Tað er ikki so nemt tað heila.

Uppgávan í gjár var inni í Runavíkini. Søguliga sæð eru allir dystir forferdiligir fyri okkara viðkomandi í Runavík. Ilt er at minnast aftur á ein væleydnaðan dyst í Runavík í nýggjari tíð og dagurin í gjár var onki undantak sum so.

Nýggir mans vóru tiknir við til dyst orsaka av mannfalli og forkunnugt var at ein gamal kenningur stóð í mál, ið annars ikki hevur verið við B71 í nøkur ár. Gustav Hentze mátti tríva í handskarnar í gjár, tá tað gjørdist greitt at Gerhard P. Lognberg hevði meitt sær hondina og mátti sita yvir. Nýggi gamli málmaðurin stóð tó ein góðan dyst undir truplum umstøðum og fekk lítið gjørt við tey fýra málini sum komu í dystinum.

Vit gera lítið og onki við at greiða frá málum hesu ferð. Nokk man vera at viðmerkja at B71 helt stand í hálvan tíma, áðrenn NSÍ skoraði trý mál uppá 10 minuttir, harav eitt sjálvmál stutt fyri hálvleiksbríksl. Seinasta málið kom heilt í endanum á dystinum og var skorað uppá brotsspark. Dysturin var onki at skriva heim um. Hesi trý málini í fyrra hálvleikinum sóu út til at søkkja liðið fullkomiliga, hóast tað bert kom tað eina afturat í øðrum. Tað er nokk ikki púra óskilligt at hugin at spæla minkar tá uppgávan blívir meiri hopleys, men tað er bara lítið hugaligt at standa og hyggja at leikarum ið jogga runt á bananum, meðan man verður trumlaður um koll.

Soleiðis er viðhvørt. Onkrar dystir hevur hettar liðið leikt sera væl og tapt, onkrar hava vit leikt sera væl og vunnið og til aðrar tíðir riggar bara onki. Soleiðis var nokkso nógv hendan dagin.

Víðari fara vit í programminum. Næsta leygardag spæla vit heima ímóti KÍ, har vit høvdu ein forferdiligan dag á útivølli her fyri. Royndirnar siga tó at liðini eru eitt vet verrið fyri tá tey koma hendan vegin og vit eru møguliga eisini betri fyrireikaðir uppá tað teir ætla hesu aðru ferð vit hitta klaksvíkinum.

Vit royna aftur!

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar