Forloysandi sigur

Eftir eina ok byrjan og eina vánaliga gongd í seinastuni, so slógu leikararnir á besta liðnum reiðiliga til í dagsins dysti.

Tað skal ikki vera nøkur loyna at B71 tørvaði ein sigur í dag. Áskoðarar, familjur, venjarar, satt at siga øll, hava bíða eftir at liðið skuldi finna formin og byrja at spæla tað spæl vit vita at dugnaligi hópurin megnar.

Onnur ár hava vit verið varug við at liðið hevur halta í støðum, men í ár hava vit verið so mikið væl fyri á so nógvum økjum at tað var torført at skilja hví besta mansliðið lá og rótaði runt á niðurflytingarplássunum eftir 6 umfør.

Hettar umfarið var so tann stóra royndin. Leikararnir høvdu fingið eitt sindur av rúmd í kappingarskránni og møguleikan at hvíla seg, men samstundis brynja seg til uppgávuna í dag, ið var torførur heimadystur ímóti kappingarneytunum av Toftum. B68 hevur, eins og vit, møguleikan at spæla seg upp í bestu deildina og tí er tað uppaftur meira uppá spæl tá hesi liðini hittast í kappingini.

Til alla lukku so vísti tað seg skjótt at B71 leikararnir vóru møttir upp og klárir at spæla fótbólt sum vit vita at teir duga. Tað gongur bara eini 10 minuttir, so verður nýggi leikarin í ár Maad Ali Aziz sendur nærum fríur høgrumegin málið. Ein B68 verjuleikari roynir at forstýra hann, men danin er tjappur og maktar at skumpa hann somikið frá sær at hann fær stundir at plasera skot sítt rundanum málverjan og so er 1-0 til heimaliðið.

B68 tekur tíverri eitt sindur yvir eftir leiðslumálið og best sum vit halda at nú mugu vit hava eyguni eftir at halda 1-0 leiðsluna til hálvleiks, so uppstendur ein heppin støða til okkara fyrimuns 10 minuttir fyri hálvleiksbríksl. Málverjin er komin út til kantin av feltinum eftir einum bólti, men bólturin gleppur í hondunum á honum og enn einaferð er tað Maad, ið er vakin og fær potað bóltin undan honum. Maad tekur eitt trekk framvið málverjanum og plaserar bóltin í tóma málið. 2-0 til B71 og gleðisrómurin hoyrist rundanum vøllin.

Í øðrum hálvleiki spælir B71 sera góðan fótbólt til tíðir. B68 hava enn møguleikar, men megna ikki at fáa meir enn eitt vist burturúr. Gerhard P. Lognberg í málinum stendur eisini ein góðan dyst og tekur sær av øllum tí leysa sum toftamenn diska upp við. Allir mans eiga sín part í sigrinum í dag og mistøkini frá undanfarnu umførunum vóru næstan ikki til at fáa eyga á í hesum dystinum. Ungu menninir frammi Áki Hentze og Kristian Krog Hentze kombinera og finta seg ígjøgnum í álopinum, væl hjálptir av bæði Tijani, Clayton, Maad, Markusi o.ø. Verjan heldur linjuna og ruddar bóltin burtur til rætta tíð og spælir seg hegnisliga burturúr vandastøðum tá møguleiki er til tess.

Eitt megnar lið avrik.

10 minuttir fyri leiklok, so endar eitt álop við einum góðum møguleika til Clayton, ið rundar málmannin, men verður tíverri noyddur at trekkja nakað langt út í høgra borðið. Hóast nógvir mans eru í feltinum og málmaðurin stríðist fyri at sleppa innaftur á strikuna, so vísir Clayton yvirblikk og avleverar til Markus ið bíðar á kantinum á feltinum. Hann temir bóltin og plaserar bóltin bleytt og høgt framvið øllum tí riðilinum av fólki sum er ímillum netmeskurnar og skjúttan. Kalt og væl hugsað mál.

B68 fær pynta eitt sindur uppá støðuna nakrar minuttir fyri bríkslið, tá teir minka um munin til 3-1.

Seinasta málið kemur beint fyri leiklok tá Áki Hentze fintar og snúrar seg ígjøgnum vinstru síðu og inn í sekstanmeturin. Bólturin støkkur tó frá honum á baklinjuni, men endar hjá Kristiani Krog Hentze, ið leggur til skot og plaserar bóltin hegnisliga framvið málverjanum, ið onki fær gjørt at forða fyri 4-1 málinum.

 

Hvussu nú?

Fyri at taka samanum, so er ein rúgva av jaligum tingum við sigrinum í dagsins dysti. Liðið sær væl samanspælt út aftur og væl hvílt. Okkara steypakappingar dystir eru so lidnir og tað er møguliga eitt sindur minni trýst á leikarunum enn tað annars hevur verið seinastu tíðina. Komandi tíðina og fram til hálvuna fara vit allarhelst at fáa uppaftur meiri tilgongd av leikarum, ið koma og venja og leika við annahvørt U21, 1. deild ella báðum, ið merkir at vit vera enn fleiri at lyfta byrðuna. Sera jaligt.

Her er ikki nógv neiligt, men vit skulu so vera greið yvir at hóast kappingin júst er byrja, so hevur laka byrjanin kosta okkum eitt sindur av sálarfriðið. Høvuðsuppgávan at leggja ordiligan sjógv millum okkum og niðurflytingina er verrið enn so avgreidd enn. Stig mugu heintast komandi tíðina, áðrenn vit kunnu kenna okkum tryggari og møguliga gera onkur sats aftur, ið fyrr ella seinni verður neyðugt.

Komandi leygardag hava vit aftur eina uppgávu fyri framman, har kravið er ein heildarinnsatsur og trý stig. B36, við fyrrverandi B71 leikarum Allan Tungá og Símun Rógva Hansen í venjaraleiklutunum, vitja inni í Dal og tað skal vera okkara uppgáva at syrgja fyri at teir fara tómhentir heimanífrá á hesum sinni!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar