Skert lið tapti

Orsaka av steypakappingini so mátti dysturin, ið annars skuldi spælast 2. páskadag, leikast mitt í viku beint undan týdningarmiklum dysti í 1. deild.

Hendan sannroyndin elvdi til at kortini máttu blandast á annan hátt enn vanligt. Teir allarflestu leikararnir á besta mansliðnum vóru eftir og fyrireikaðu seg til vikuskifti, meðan ein rúgva av dugnaligum, men óroyndum leikarum máttu traðka til at hjálpa U21 liðnum. Tá til stykkis kom so megnaðu vit at fara til Leirvíkar við 15 hugagóðum og dugnaligum leikarum, men tað gjørdist skjótt greitt at har er munur á einum liðið á heimavølli í betri venjing.

Fyrsti hálvleikur byrjaði hampuligt. Gingið var út frá at skuldu okkara fáa nakað burturúr dystinum hendan dagin, so máttu vit kempa harðari enn áður og annars verja væl. Hettar gekk eisini við bert smávegis trupulleikum í lítlan hálvan tíma, tá bólturin dettur niður fyri einum Víkinga leikara í trunkanum inni í B71 sekstanmeturinum og hann skýtir. Bólturin verður steðgaður, men dómarin metir at B71 verjuleikari hevur brúkt hondina at steðga bóltinum og gevur straffi og reyða. Sera, sera óheppi, tí dysturin kundi møguliga verið meira til okkara fyrimuns um vit í minsta lagið vóru fullmannaðir. Men dømt var dømt og restina av dystinum leiktu okkara við 10 monnum.

Straffi verður sett í málið og tvey mál afturat fylgja hesum í 1. hálvleiki. Í hálvleikinum varð tosað dúgliga um hvussu man fyrst og fremst kundi tøppa holini í verjuni, men eisini hvussu okkara best kundu koma til nakrar royndir á mótstøðumálið, ið annars hevði verið heldur forkunnugt í fyrra hálvleiki.

2. hálvleikur gekk sum heild nógv betur enn fyrri og tað sæst eisini á málúrtøkuni, við tí at Víkingur bert skoraði tað eina málið afturat, smáar 10 minuttir fyri leiklok. 4-0 gjørdist endaliga úrslitið.

 

Mans hópurin er óvanliga breiður

Uppgávan var torfør frammanundan, men leikararnir gjørdu sítt allarbesta. Leikararnir vóru als ikki nøgdir við tapið, men skiltu samstundis eisini týdningin at dysturin mátti spælast fyri at geva luft í dystarskránni og hvíld til leikarar, ið hava verið undir hørðum trýsti seinastu tíðina. Savnaði hópurin av U21 og mansleikarum er sera stórur tá vit telja allar við og tað er júst hendan breiddin í ár, ið fer at hjálpa okkum framyvir at manna eitt sterkt lið, ikki bert í tí einu deildini, men í báðum. Uppá sikt, so er tað ongin ivi um at U21 tilboðið fer at menna leikarar, ið gjarna vilja leika við felagnum, men sum ikki hava møguleika at leika aðrastaðni.

Hava vit í huga at meginparturin av besta liðs hópinum var eftir og fyrireikaði til dyst hendan dagin og at vit hóast alt megnaðu at hava 15 mans norð til Leirvíkar ein hósdag, so kunnu vit ikki annað enn lata væl at, eisini hóast vit taptu dystin.

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar