Fyrsti sigurin í ár

Kvinnurnar taptu fyri nøkrum vikum síðani ímóti Víkingi, men reistu seg aftur mánadagin ímóti FC Hoyvík.

Tað var lagt í kakkelovnin til fótbóltsdagin í Havnini 2. páskadag fyri okkara viðkomandi. Steypakappingardysturin hjá mansliðnum í Gundadali, merkti at bussur var settur inn at frakta áskoðarar til og frá Teistanum og hettar kom væl við hjá kvinnunum eisini eina løtu, tá vit rullaðu niðan í Hoyvíkina at stuðla kvinnunum til dystin ið byrjaði ein tíma áðrenn steypadystin.

Kvinnurnar vóru væl við í dystinum, men tað tók eina løtu at fáa hol á. Sum skilst, so fingu ávikavíst, Sandra Brimsvík, Vár Miðberg og Sigrid Hentze hvør sítt mál.

Úrslitið rættar kósina aftur hjá kvinnunum, ið ikki høvdu ætlað sær at byrja kappingarárið við einum tapi á Víkingi. Kvinnurnar ætla sær gullið í ár, hvørt eisini er tað einasta rætta málið tá man árini frammanundan hevur vunnið sær fyrst bronsuheiðursmerkir og síðan silvurheiðursmerkir í somu deildini.

Latum okkum vóna at hettar er byrjanin til eina góða sigursgongu. Trupul dystur ímóti AB, systurfelagnum av Argjum, er á skránni til vikuskiftið og tá krevir tað enn ein heildarinnsats frá knáu kvinnum okkara.

Drívið á AB/B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar