Hildu tætt í 1. hálvleiki

Vit høvdu ein stuttligan og góðan dag í Gundadali 2. páskadag og argaðu teir stóru eina løtu.

Málsetningurin undan dystinum mánadagin var at halda tætt í verjuni og vónandi gera onkran skaða har frammi í samband við okkurt snarálop ella onkran deyðbólt.

Hesin málsetningurin helt væl í 1. hálvleiki, hóast HB viðhvørt hevði onkrar vandamiklar støður. Kanska tann vandamiklasta á leið ímóti endanum av hálvleikinum tá Gerhard P. Lognberg stórbjargar í málinum og returbólturin støkkur út til ein HB'ara ið fluktar bóltin á yvirleggjaran og uppum.

Í 2. hálveiki ber tó ikki til meira. Fyrsta málið kemur eftir 5 minuttir tá Adrian Justinussen driblar inni í sekstanmeturin og spælir Símin Samuelsen, ið meir ella minni ótarnaður fær potað bóltin í netið. Seinna málið var eitt av teimum meiri óneyðugu, tá Símin Hansen missur seg sjálvan burtur eina løtu í einum álopið, ið annars var yvirstaðið og kemur til at skjóta bóltin for langt frá sær, tætt uppiundir málinum. Símin Samuelsen er aftur vakin og potar hann fyri aðru ferð í netið. 10 minuttir farnir og 2-0 til HB. Eini 10-15 minuttir seinni er sami maður aftur á blettinum, tá hann móttekur eitt innlegg og smekkar hann handaru stong og í mál. Reint hattrick og 3-0 til HB.

Sum kunnugt so eru ikki færri enn 3 sandoyingar á HB liðnum í hesum døgum, Ari Mohr Olsen, Pætur Petersen og so heimasandsmaðurin Dan í Soylu, ið 10 minuttir fyri leiklok móttekur bóltin frammanfyri tómum málið og leggur hann inn til endaliga úrslitið 4-0.

 

Hettar tapið svíðir ikki

Besta mansliðið er ikki reiðiliga komið í gongd í ár. Ein góð byrjan er eitt sindur gruggað av mongu tapunum seinastu tíðina, men vit hava so notið onkrar upptúrar inn ímillum. Steypakappingin hevur roynst okkum væl sum heild, men tað var ongantíð ein prioritetur og spurningurin er um tað var so stórur fongur at sleppa víðari, aldan tí bæði 1. deildar og U21 dystir máttu rokerast runt og heintast innaftur seinni. Tætta dystarprogrammið ger hettar eitt sindur ómanereriligt hjá einum felagið, ið hevur nokkso avmarkað leikaratilfeingið frammanundan.

Tá alt hettar so er sagt, so var tað ein sannur upptúrur at vinna á ÍF her fyri og ein steypakappingar ferð í Gundadal er ongantíð at forsmáað. Vit møta til hvønn dyst við tí fyri eyga at vinna, so tær løturnar vit gera tað mugu vit njóta fult út. Restin má takast soleiðis sum tað kemur og munnu vit ikki fara at hóra undan við góðum fólki kortini? Livst so spyrst; men her frá B71 leguni vænta vit tað.

Farnar ósigrar skulu vit nú ikki hugsa so nógv um. Leikarar, ið hava vant og spælt nógvar dystir, hava fingið hvílt seg eitt sindur hesar báðar vikurnar og vit eru nú klár at koyra á aftur maskinuna leygardagin ímóti B68 í landskappingini!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar