Tepurt tap í stormi

Líkindini vóru ring at leika í gjárkvøldi, men hugsningur var ikki um at útseta, tí útsettu dystirnir hópa seg upp hjá dreingjum og monnum.

Tað vóru sirka líka ring líkindir at leika fótbólt í gjárkvøldi, sum undanfarna dyst hjá 1. deild ímóti Víkingi í vikuskiftinum. Sama skilið var eisini við bóltspælinum, har bæði liðini høvdu trupult við at fáa bóltin niður á jørðina at spæla.

Sum heild gekk spælið bara so so allan dystin á tamb og tað kom fyri nakrar ferðirnar at bæði B71 og ÍF høvdu møguleikar at leggja seg á odda, men onki spurdist burturúr. Leingi sá tað út til at fara vera ein 0-0 dystur, ið møguliga hevði verið tað rætta. B71, ið var undirmannað til dystin við bert teimum 11 monnunum á vøllinum og ongum útskiftara, nærum frá byrjan, máttu stríðast manniliga, hvørt teir eisini gjørdu.

Tað kom tí sum ein dyggur smeitur tá ÍF fær eitt tilvildarligt mál eini 10-15 minuttir áðrenn leiklok og sinnini fóru eisini upp at kóka í síðstu minuttunum í dystinum.

Dómarin hevur blást dystin av mitt í einum álopið hjá B71, ið í sær sjálvum er rættuliga undarligt tíðspunkt at velja at floyta dystin av, serliga við atliti til at menn vóru uppøstir frammanundan. Men tað var avgerðin og tað sum hendir aftaná er ikki óvæntað. Nógvar provokatiónir í feltinum og so er áfast millum tveir leikarar. Úrslitið er at Áki Hentze og ein ÍF leikari verða vístir av vøllinum.

Ein dyggur smeitur, serliga um tað merkir at okkara leikari nú hevur leikbann til steypadystin mánadagin.

Tað skal tó ikki vera nøkur umbering fyri nakað sum helst. Vit skulu halda høvdið høgt hóast eitt vánaligt og vet órættvíst úrslit í gjár. Í løtuni liggur U21 liðið á einum triðja plássið í bólkinum við 6 stigum. Liðini á 1. og 2. plássinum hava 12 stig, men vit hava so spælt ein dyst færri. Tískil er onki mist á gólvið orsaka av hesum eina dystinum. 10. juni fara vit til Fuglafjarðar at leika á útivølli og tá fáa leikararnir so møguleikan at vísa betri fótbóltsspæl og vinna tey trý stigini vit leitaðu eftir í gjár.

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar