Vánaligur dystur

Tað er neyvan nøkur troyst, men mótstøðu liðið í dag var so onki betri enn vit, hóast vit enn einaferð tapa í landskappingini.

Undan dystinum í dag so var Víkinga manningin ovarlaga í stigatalvuni við 10 stigum, meðan B71 liggur í minni stuttliga endanum við 4 stigum.

Eftir dystin í dag er støðan bert tann at vit hanga enn í niðara enda av stigatalvuni, meðan Víkingur fór longur frameftir. Dysturin var merktur og rótutur av nógva vindinum, ið gjørdi tað trupult at spæla. Nógvi vindurin ávirkaði í minsta lagið tvey av teimum trimum málunum sum blivu skoraði í dag. Fyrsta málið var ein misskijing millum málmann okkara og Gunnar Lydersen, ið av óvart kemur til at lyfta bóltin inn í málið við økslini og so er 1-0 til Víking burtur úr ongum. Tað kundi ikki havt verið meira enn fáir minuttir seinni, so er bólturin aftur í netmeskunum tá eitt avrættað innlegg verður tikið av vindinum og fer í ein bleytan boga yvir Gerhard P. Lognberg í málinum og so er 2-0.

B71 roynir í 2. hálvleiki at fáa eitt sindur av spælið í gongd, men tað eydnast aldrin ordiliga. Minuttirnir blíva nógvir og knappliga eru vit við at nærkast endanum, uttan at nakað merkisvert er komið burturúr. Eitt horna verður so dømt í 87. minutti, ið Klayver sendir inn fyri. Vindurin spælir aftur eitt puss og bólturin endar beinleiðis í netinum.

 

Nyttar so lítið at ilskast

Tað er ongantíð stuttligt at koma í ein ringan stima, serliga so tíðliga í árinum. Byrjanin var fyri sovítt í lagið har vit heintaðu tey 4 stigini vit enn sita eftir við eftir 5 umfør. Nú situr man tó eftir við eini løgnari kenslu av at vit hava eitt gott lið, ið hevur betri uppiborið enn at liggja niðarliga í stigatalvuni og trý tap upp í slag.

Men soleiðis er. Vit fingu ein stuttligan dag inni í Dal í steypakappingini, men nú var "gerandisdagur" aftur og fótbóltsguðarnir vóru ikki í parti við okkum á hesum degi. Fyri framman eru torførir dystir, men skulu vit klára at hóra undan í hesum kappingarárinum, so mugu vit berjast hvønn dyst og fáa stig á kontoina. Útgangsstøðið er torført, men liðið er gott. Tað broytir vánaliga gongdin so ikki uppá.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar