Smá óvæntað víðari luttøka

Tað kom sum eitt lítið yvirraskilsi fyri tey flestu at B71 megnaði at koppa ÍF úr bestu deildini, serliga havandi í huga 9-1 tapið fyri fýra døgum síðani.

Besta mansliðið hjá felagnum var í einum lítlum aldudali undan steypadystinum í kvøld. Ein tepur ósigur ímóti HB heima og ein lemjandi 9-1 ósigur í Klaksvík, gjørdi ikki stórvegis nógv fyri vónirnar um eitt óvæntað úrslit ímóti fuglfirðingum. Hóast hettar so var tað B71 ið lá omaná eftir 90 minuttir, tí soleiðis er fótbóltur viðhvørt.

Tað sum var mest forvitnisligt av øllum var at eftir øllum at døma so spældi heimaliðið við sama taktikki í Klaksvík. Sami taktikkur, ið vit í dystarfrásøgnini fyri nøkrum døgum síðani søgdu var ineffektivur og naivur. Viðhvørt má man eta síni orð eitt sindur tí liðið var sum forvandlað í dag. Tað var kompakt og spældi góðan verjufótbólt og bíðaðu tolnir eftir møguleikanum. ÍF fær ikki nógv burturúr í 1. hálvleiki, ið álopsmessiga er lítið at skriva heim um.

2. hálvleikur var munandi meira lívligur og hálvleikurin er ikki meira enn 7 minuttir gamal tá eitt B71 innlegg verður smekkað innfyri úr høgru síðu, ið ferðast allan vegin aftur til baklinjuna, har Áki Hentze megnar at stúta bóltin innaftur í feltið. Tijani Mohammed og Kristian Krog Hentze royna báðir at fáa fatur á bóltinum til skot, men megna tað ikki. Ístaðin verður tað gamli málrevurin Clayton Soares, ið nærum liggjandi smekkar bóltin í netmeskurnar og so er 1-0 til B71.

Meginparturin av dystinum hareftir gekk við verjuspælið frá B71 og nógvum álopum frá ÍF. Tíbetur megnar verjan hjá okkum at rudda nærum alt burtur, hóast ein lítil misskiljing í verjuni kundi spilt okkum spælið, tá Gunnar Lydersen ætlar at skalla bóltin aftur til Gerhard P. Lognberg í málinum, ið bara akkurát fær fingrarnar á bóltin og vippar hann uppá yvirleggjaran, áðrenn hann tíbetur fær fatur á honum aftur.

Burtursæð frá teimum trupulleikunum vit góvu okkum sjálvum av og til, so stóð verjan sum ein múrur og leikararnir á miðjuni og enntá heilt frammi í álopinum luttóku aktivt í verjuspælinum. Hesin massivi múrurin av fólki var eisini tað sum gjørdi at heimaliðið megnaði at avvísa álop eftir álop allan 2. hálvleik.

Onkur smávegis møguleiki var eisini hin vegin til okkara fyrimuns, men onki serliga vandamikið. Dómarin leggur rættuliga fitt afturat í endanum av dystinum, men onki batar hjá ÍF. Dysturin endar 1-0 til B71 og óvæntaði steypasigurin er veruleiki.

 

Brak 2. páskadag

Nú leygardagin vitjar Víkingur inni í Dal og tá verður spennandi at síggja um sigursrøðin kann halda áfram til tveir dystir á rað. Vikuna eftir í páskaferiuni vitjar 07 Vestur her suðuri, áðrenn vit aftur skulu út í steypadyst mánadagin 22. apríl, 2. páskadag. Eftir øllum at døma (út frá Comet skipanini hjá FSF) verður mótstøðuliðið HB á heimavølli. Í fjør komu vit somuleiðis víðari og møttu HB í steypakappingini, tá, á útivølli. Hesin dagurin var tíverri ikki okkum til fyrimuns við stórtapi og vit skulu nokk vænta okkum skarpan gang hesuferð eisini. Tó so. Nú er tað á okkara heimavølli og havnamenn hava havt tað trupult her fyrr. Latum okkum vóna at hesin verður ein av tílíkum døgum.

Undir øllum umstøðum so var sigurin í dag ein fantastiskur sigur, ið ivaleyst kemur at merkjast aftur í hópinum, ið hevði tørv á einari upplyfting av hesum slagið. Fantastiska væl vart, fantastiska væl leikt, snøgt sagt, fantastiskt!

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar