Mundu koppa favorittunum

Tað var ikki nógv ið manglaði í at B71 sendi havnamenn úr U21 steypakappingini í gjárkvøldi, men trýsti var ov stórt at enda.

Man kann ikki beinleiðis siga at tað var ein breiður hópur av U21 leikarum, ið leiktu steypadyst í gjár. Einans tveir útskiftarar og skaðið longu í fyrstu minuttunum gjørdi at okkara vóru bert 12 mans í alt meginpartin av dystinum.

Orsøkin var tó ikki beinleiðis fólkamangul, men heldur raðfestingar. Nógvir av U21 leikarunum leika í 1. deild eisini, umframt at vit longu mikudagin hava steypadyst inni í Dal ímóti ÍF.

Manningartrupulleikarnir sóust eisini aftur í spælstílinum hjá sandoyingum, við tí at teir spældu defensivt og sera kompakt. Dentur varð lagdur á at liðið flutti seg stútt og væl frá síðu til síðu og heimaliðið slapp at hava meginpartin av spælinum allan dystin á tamb.

Tó so, er tað B71, ið heldur óvæntað leggur seg á odda eftir eitt hornaspark, ið ikki verður ruddað ordiliga burtur, men fellir til Jákup Høgnason skamt uttanfyri málið, ið høggur til bæði væl og høgt upp í vinstra síðu av málinum.

0-1 til B71 og teir 5-10 áskoðararnir av Sandoynni, ið vóru við og hugdu vóru sanniliga á gosið. Sum so hevði ongin væntað tað, men hinvegin skal sigast at B36'arnir um hettar mundi høvdu havt tað sera trupult at bróta B71 verjuketuna niður og høvdu regulert bert tann eina møguleikan áðrenn leiðslumálið, ið hinvegin var ein risa møguleiki. Trunkaspæl beint frammanundan gjørdi tað at Rani í Soylu á mótstøðuliðnum kom at standa púra leysur ímóti málinum og høggur til. Skotið er tó ov høgt plasera og brestur í tvørtræðið og útaftur. Líkamikið. B71 tók av tá møguleikin var har og tað gjørdu havnamenn ikki í 1. hálvleiki.

Annar hálvleikur byrjar har fyrri slepti og sandoyingar verja við øllum tí teir eru mentir. Hóast verjuparturin gongur væl, so er tað eyðsæð at dreingirnir byrja at vísa tekin um troyttleika og bólturin verður meir og meir bara sparkaður frameftir heldur enn at spæla. Úrslitið er at B36 fangar okkum á skeiva beininum eftir at vit hava hildið teir hen í samfullar 65 minuttir og javnar til 1-1.

Hóast okkara dreingir vístu stórspæl í verjupartinum, so tóktist tað nú meira sum at vit kempaðu fyri at yvirlivað teir fyrstu 90. minuttirnar, tí álop á B36 málið vóru fá. Tíverri fær havnaliðið so eisini nakrar vandamiklar frísparksstøður og til endans riggar tað eisini hjá teimum. í 79. minutti verður floytað fyri frísparki beint uttanfyri sekstanmeturinum og hettar endar eisini við einum beinleiðis skotið á mál, ið Dawid Nowicki ikki megnar at rudda burtur. 2-1 til B36; ikki óuppiborið, men tungt at taka kortini tá B71 hevði staðið so kompakt, so leingi.

Hóast B71 satsar eitt sindur meira frameftir síðstu minuttirnar, so hendir ikki meira í hesum dystinum. 2-1 er endaliga úrslitið og B36 eru víðari í steypakappingini.

 

Verjan var sum ein múrur

Týdningarmikið er at vísa á tá okkurt riggar ordiliga væl. Verjuparturin á liðnum var tað sum gjørdi at vit fingu hildið fast í dystinum so leingi sum vit gjørdu og at vit at enda ikki taptu við meira enn tí eina málinum tá á stóð. Havnamenn, ið vóru munandi betri fyri við leikaratilfarið máttu skifta allar mans inn fyri at finna mótsvarið til tað vit gjørdu, so vit skulu ikki vera ov keddir um hettar tapið. Vit gjørdu alt vit vóru mentir og tað skulu vit vera ernir av.

Komandi mánadag verður so heimadystur á skránni hjá U21 liðnum. Samstundis er vert at vísa á at hettar er allarfyrstu ferð teir sleppa at royna seg á heimavølli og tað verður ímóti ÍF.

Sera stuttligt er at eygleiða hesar ungu og evnaríku meninnar, serliga tá tað eftir øllum at døma gongur somikið væl. Hóast vit eru í yngra lagið, so er leikarasamansetingin so mikið góð at vit eru altíð við og lagið er altíð sera gott í U21 hópinum. Lætt og rættuliga komplikatiónsleyst; nakað ið eyðkennir, og skal eyðkenna, ungt fólk.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar