Málbonanza

Tað var reiðiligt málgildi, ið næstbesta liðið kom í, tá teir um vikuskifti spældu norðuri á Eiði.

Frá dystinum verður sagt at dysturin var sera spennandi og tað gongur sjón fyri søgn tá man hyggur eftir úrslitinum. Sjáldsamt at síggja ein so málríkan javnleik.

Hálvleiksstøðan var annars 2-3 til sandoyingar, men tað eru EB/Streyma menninir ið koma framum bæði 1-0 og 2-1. Símin Hansen spældi við næstbesta liðnum í vikuskiftinum og tað er eisini hann sum skorar fyrsta málið, tá hann fintar verjuna av og setur bóltin høgrumegna málmannin og í mál til útjavnandi 1-1 málið. Somuleiðis er tað Símin ið leggur B71 aftur á odda eftir útjavnandi mál, tá hann sendir eitt langskot avstað væl uttanfyri sekstanmeturin. EB/Streymur svarar aftur og javnar til 2-2, men áðrenn hálvleikurin endar fær Símin so møguleikan fyri hattrickinum, tá Valbjørn Mittelstein verður feldur í brotsteiginum. Símin takkar eisini fyri álitið og leggur B71 á odda 2-3.

EB/Streymur javnar enn einaferð í øðrum hálvleiki, áðrenn Rani Nicolajsen økir aftur til 3-4. Tá smáir 10-15 resta í, so er tað hinvegin EB/Streymur ið kemur framum 5-4, men løtu seinni er so javnað aftur. B71 sentrar, Símin móttekur bóltin og leggur hann framum verjuna hjá EB/Streymi, har Mads rennur frá verjuni og smekkar til frá spískum vinkli.

Úr 3. deildar leguni verður sagt at farið var eftir trimum stigum, men at tað eina á útivølli var í lagið á hesum sinni.

Komandi leygardag verður uppgávan NSÍ á heimavølli.

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar