Fingu ein sekk

Ein blandingur av ringum spælið, ov lítlari rutinu og fólkamangul elvdi til stórtap í Klaksvík enn einaferð.

Besta liðið hevur tað torført í Klaksvík, tað gongur sjón fyri søgn, serliga eftir dystin í gjár, ið vit annars ætlaðu at koma rímiliga heilskapaðir frá, hóast øll væl vistu at uppgávan var torfør.

Undan dystinum vistu vit at vit máttu vera fyriuttan liðskiparan og lyklamannin í verjuni, Gunnar Lydersen, umframt at Brynjar Óli Bjarnason, ið hevur víst seg at vera ein vandamikil maður frammanfyri málinum, hevði ein snudd, ið merkti tað at hann fór at sita á bonkinum hendan dystin. Orsaka av steypakappingini, so leika okkara mans tríggjar dystir uppá 7 dagar, umframt at nógvir eru við í U21 mánakvøldið afturat. Hendan sannroynd merkti eisini uppsetanina til dystin í Klaksvík, ið vit frammanundan vistu fór at vera sera torførur. Tískil var ein heldur eksperimental upstilling vald, ið, nú tá dysturin er liðugur, vísti seg at vera heilkiksað. Menninir dugdu ikki nóg væl tað sum ætlanin var og tá avtornaði so vísti tað seg at hendan upstillingin var júst tað sum KÍ leikararnir trívdust best í, tá teir ferð eftir ferð fangaðu okkum á skeiva beininum serliga við renningum uppeftir vonginum og innleggum til púra fríar menn. So at siga onki langskot var roynt í dystinum, tí tað var snøgt sagt ikki neyðugt.

Okkara mál skoraði Tijani eftir trunkaspæl í KÍ verjuni, men tað munaði tó lítið í tí stóra og heila. 9-1 gjørdist endaliga støðan.

 

Hvat so nú?

Man kundi nú sett seg afturá og litið aftur á dystin og hugsað at vit vóru ov naivir og at kanska burdu vit gjørt bæði eitt og annað øðrvísið, og og og. Men beint nú nyttar tað onki. Vit fáa onki burturúr einari analysu av hesum dystinum. Tá man tapur 9-1 á útivølli, tá hevur alt verið galið og tað er hopleyst at brúka nakað av tí vit funnu útav víðari í kappingini. Hóast hettar, so er tað nokk týdningarmikið at minnast til hendan dystin næstu ferð vit spæla í Klaksvík, serliga havt í huga at í grundini so spældu vit akkurát sama dyst í Klaksvík í fjør tá vit taptu 6-0. Júst sama taktiska upplegg til dystin, júst sama KÍ lið, ið vann uppá júst somu tingini, meðan vit lupu inneffektivt á uppá júst sama máta. Akkurát hesin parturin er rímiliga frustrerandi at líta aftur á, men nú vit hava brent okkum tværreisur av sama dysti, so gera vit tað neyvan triðju ferð eisini. Livst so spyrst.

Tá tað so er lagt væl og virðiliga til síðis og vit gloyma hendan dystin for now, so kunnu vit líta frameftir, tí tað er ongantíð einstaki dysturin ið avgerð hvat fyri fótbóltslið vit eru og fara at vera. Ein og hvør kann tapa 9-1. Tað ljóðar kanska galið, men tað passar, eitt og hvørt fótbóltslið kann tapa 9-1 á onkrum óhepnum degi. Hvussu vit líta frameftir er týdningarmikið. Velja vit at lata hettar og onnur komandi tap definera hvussu vit spæla fótbólt, ja so kunnu vit bara pakka saman beinanvegin. Ístaðin fara vit at lata venjararnar gera neyðugu justeringarnar til næsta dyst og leikararnir útinna so alt tað teir eru mentir. So síggja vit um tað ikki fer at ganga betur.

 

Apríl mánaði verður heima

Soleiðis sum dystirnir liggja í 1. deild í løtuni, so eru vit í tí støðu at vit sita við góðum kortum á hondini allan apríl mánaða á tamb og eitt fitt petti inn í mei eisini.

Dysturin í steypakappingini ímóti ÍF 10. apríl verður okkara fyrsti heimadystur av nógvum og síðan spæla vit ikki úti aftur fyrrenn 11. mei, tá vit fara til Runavíkar at vitja NSÍ.

Vit hitta ÍF, Víking, 07 Vestur, B68 og B36, alt á heimavølli hettar tíðarskeiði. Hóast tað á pappírinum eru torførir dystir, so eru vit heima og vit eru onki ringt fótbóltslið bara tí vit tapa stórt ein dyst í Klaksvík.

Dalurin verður okkara skansi mánaðin fram og vitjandi liðini skulu onki forerandi fáa har frá!

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar