Stormandi frá byrjan

Enn eru bert tvey umfør farin aftur um bak hjá okkara U21 liðið, men higartil gongur uppá stás!

Áðrenn kappingarbyrjan var stórt fokus lagt á at tryggja at eitt møguligt U21 lið kundi blíva til veruleika í felagnum. Hettar var mett at vera eitt alneyðugt tilboð at stimbra menningina av felagnum og higartil má sigast at teir leikarar, ið játtaðu seg at hjálpa felagnum við hesi verkætlan hava hildið orð og væl tað. Í gjárkvøldið vóru vit í tí luksusstøðu at vit høvdu biðið alt í verðini for nógvar leikarar og úrslitið var at fleiri máttu vera við sum eygleiðarar á hesum sinni. Vit bóðu sjálvsagt orsaka fyri hesa misskiljing, men góvu teimum ið høvdu tikið túrin norð stórt rós fyri góðu uppmøtingina og vaksna lyndi teir sýndu at koma og hjálpa til sum teir høvdu lovað.

Eisini var tað ein fragd at síggja so nógvar ungar mans standa saman í einum aldursbólki har vit áður hava skýrt sum ómøguligan at manna. Tað gongur sjón fyri søgn at tað er møguligt. Tað er bestemt ikki lætt, men tað er møguligt. Serliga við so góðum fólki sum vit hava í ár.

Fyrri dysturin á Svangaskarði var sera undirhaldandi og spældi eisini væl av hjá okkara, aldan tí vit vunnu tey fyrstu søguligu stigini í U21 fótbólti. Tí var spenningurin stórur til hendan dystin, har tað skuldi vísa seg um fyrsti dysturin bert var ein "one-off" ella um leikararnir kundu halda á fram við at vísa góðu dygdirnar. Og tað megnaðu teir sanniliga. Maðurin við tí ógvusliga máltevinum í løtuni, Brynjar Óli Bjarnason, skoraði beinanvegin í 15. minutti og løtu seinni í 19. minutti økir Kristian Krog Hentze til 0-2. B71 leikararnir eru ovenpå, men EB/Streymur svarar tværreisur aftur uppá tveir minuttir tá góður hálvur tími var leiktur.

Tá farið var til hálvleiks við støðuni 2-2, var tosað um teir mundu fara at klára at koma fram umaftur, hóast tað var eyðsæð at teir spældu ógvuliga góðan fótbólt og møguliga eisini vóru væl betra liðið longu allan fyrran hálvleik.

Kristian Krog Hentze letur okkum ikki ivast í hesum so leingi tí hann leggur B71 á odda 2-3 í 58. minutti og síðan var trýstið mestsum allatíðina á heimaliðið og tað tóktist sum var tað bert ein spurningur um tíð áðrenn tað skrædnaði. Og tað gjørdi tað eisini í 80. minutti, tá Kristian skorar sítt hattrick, áðrenn Bogi økir til 2-5 í 88. minutt og Brynjar rundar ballið av minuttin eftir til endaliga úrslitið 2-6.

 

"Små slag"

Hettar er vanligt at siga tá man ynskir at sissa fólk eitt sindur. Vandin er at ovfarakætið fer avstað við okkum og at niðurtúrurin verður tess stórur tá hann so kemur. Man skal altíð vóna tað besta, men givið er at tað er trupult at fáa armarnar niður aftur eftir tílíka byrjan. Serliga tá man als ikki væntaði tílíkan viðvind. Tó so, tað er neyðugt at vit taka hvørja uppgávu í allarstørsta álvara, tí man veit ongantíð nær man so hittir einum liðið, ið er minst líka væl uppsettir sum títt er. Tað kann henda næsta dyst ella tað kann henda næsta ár, men óansæð hvat, so kann man í fótbólti bert taka uppgávurnar eina fyri og aðra eftir.

Drívið á dreingir og menn! Meir av tí sama næsta dyst!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar