Næstbesta liðið vísir styrki

Meðan besta liðið misti stevi, so fann næstbesta liðið sítt.

Tað var eitt væl upplagt 3. deildar lið, ið tók ímóti klaksvíkingum inni í Dal leygardagin. Tað sá eisini út til at vera ein sterk uppstilling okkara stillaðu við, harav fleiri hava leikt meira enn eitt sindur við besta liðnum áður.

Liðini tóktust tó rættuliga jøvn allan fyrsta hálvleik og tað var nokk ikki fyrrenn í 2. hálvleiki at B71 sá út til at draga eitt sindur meira frá hinum. Málið til 1-0 kom fyrst við góðum forarbeiði av Tummas Paula Olsen, ið leggur bóltin inn fyri til Karl Fríði, ið ikki fær rættiligt skot á bóltin, ístaðin stakk hann yvir til Rana Nicolajsen, ið takkar fyri álitið og skorar til 1-0.

B71 spældi væl hendan dagin og tað hoyrist frá venjaratoyminum at teir vóru sera væl nøgdir við avrikið og leikararnar ið góvu tað teir høvdu.

Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat kom so eitt óvæntað mál afturat. Allir KÍ leikararnir, harímillum málmaðurin, eru frammi og trýsta fyri at fáa útjavnandi málið og bólturin verður smekkaður yvir til aftasta mann hjá KÍ, ið missur bóltin í tí hann roynir at fáa hann uppaftur í álop. Mads Hentze tekur bóltin við sær og rennur einsamallur ímóti KÍ málinum og leggur hann bleytt í mál til 2-0. Meira var ikki gjørt í dystinum tí dómarin valdi at floyta av beint sum málið var skorað.

Ein góður dagur fyri næstbesta liðið, ið hevur stórar ætlanir um meira enn 3. deildar fótbólt komandi ár. Teir byrjaðu illa síðsta dyst, men tóku seg so um reiggj leygardagin og rættu kósina ímóti oddinum í 3. deild.

Spennandi verður at fylgja við og vónandi fáa okkara tey úrslitini heim sum teir hava sett sær nøsina upp ímóti.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar