"Og sviðin kenst so meinur"

Leygardagin var álvarsligur knykil í pylsuni, í einum annars væl spældum dysti fyri okkara viðkomandi.

Tað var við góðum vónum og nógvum sjálvsálitið at leikarar fóru inn til dystin farna leygardag. Javnleikurin ímóti Skála var ok, sigurin ímóti EB/Streymi var eisini góðtikin, men enn manglaði eitt ordiligt liðavrik, har allir mans vóru klárir og koyrdu eitt gott úrslit heim. Serliga eftir 1. hálvleik at døma, so kundi hesin dysturin hava verið tann dysturin. Men vit vóru ov kátir ov ofta ov leingi, og smáu feilirnir kostaðu okkum dýrt til endans.

Man freistast at siga at tað er tann sama gamla søgan sum plágar hettar B71 liðið, sum hevur plágað okkum leingi. Hóast vit svimja í møguleikum og spæla góðan fótbólt og gera alt rætt, so fara vit afturum 0-1 tíðliga í dystinum.

B71 spældi væl allan fyrsta hálvleik. Onkur vildi enntá vera við at tað var langt síðani tey høvdu sæð eitt B71 lið spælt so mikið væl, ið sjálvsagt er eitt gott tekin, óansæð um maðurin hevði grein í sínum málið ella ei. Hugurin til fótbólt er so spakuliga komin aftur í Sandoynna. Bæði at leika, men sanniliga eisini at hyggja. Stuttligt at síggja nógv fólk og fólk vit leingi hava saknað inni í Dal, venda aftur at hyggja.

Vit skuldu eiheldur bíða leingi afturat áðrenn hol kom á hjá okkara monnum. Brotsspark verður dømt eftir góðan hálvan tíma og Clayton ekspederar bóltin hegnisliga í mál við hjálp av høgru stong. 1-1 og so er tað betri í trá við dystargongdina. Vit halda á fram at stýra spælinum í 1. hálvleiki, men fleiri mál blívir tað ikki til.

Í 2. hálvleiki missa vit eitt sindur av tí góða spælinum eina løtu og venjarin ger av at seta nýggja Maad Aziz inn fyri at fáa stýr á spælið aftur. Hettar eydnast fyri sovítt, men vit fáa bara ikki fleiri mál hesa løtuna. Ístaðin er tað HB, ið ger sær dælt av einum frísparkið eftir góðar 80 minuttir av spælið og leggur seg á odda 1-2. B71 liðið ressast tó við og javnar nærum umgangandi eftir at bólturin er givin uppaftur. Tijani driblar úti høgru síðu, sneiðir inn og leggur bóltin bleytt inn til Clayton Soares, ið snarar sær á og fær smekkað bóltin í netið til 2-2.

Frøðin var stór hesa løtuna og vit vildu eisini hava triðja málið; spælið hevði verið ov sannførandi til bert tað eina stigið. Men so hendir tað sum so ofta hendir tá man vil okkurt for nógv. Eitt lágt og lítið vandamikið innlegg verður ikki tikið nógv væl av Gerhardi í málinum og bólturin støkkur út til Jón Krosslá Poulsen, ið setur síðsta naglan í kistuna og so er 2-3 til HB. Als ikki í trá við dystargongdina fyri okkara viðkomandi, men tað nyttar bara onki tá máltalavan sigur nakað annað. Tá so liðskiparin hjá okkum velur at brúka tíðina sum er eftir uppá at brúka seg heldur enn at leita eftir útjavnandi málinum og fær reytt kort, so er onki eftir at heinta í hesum dystinum. 2-3 er endaliga úrslitið og soleiðis gekk hasin dagurin.

 

Ljóspunkt eru tó at hóma

Nú kunnu vit gott bara lata dystarfrásøgnina enda har, men so fortelja vit ikki alla søguna. Ja, hettar vóru fyri sovítt stolin stig, tí B71 átti at fingið minst tað eina stigið og ja tað reyða kortið kostar okkum í einum plássið á vøllinum, har vit kanska eru nakað tunnir, beint undan einum sera torførum útidysti ímóti KÍ.

Men. Og hettar er eitt stórt menn. Leikararnir arbeiða knallhart í løtuni. Áskoðarar og fjepparar eru við; prátið uttanfyri vøllin gongur óført bæði upp og niður, men altíð við stórum áhuga og jaligum hugburði. Spælið er super til tíðir og minni gott til aðrar tíðir og hóast hettar so fer man ikki illur heimaftur, men skuffaður, tí vit vita at vit eru góðir nokk. Bara ikki hvørja ferð.

Tá eg so havi sagt at verjan kanska er har vit eru veikast, so er tað ikki heilt rætt heldur. Manglandi rutina er kanska betri orð at brúka, tí á bonkinum sita hópin av ungum monnum ið bert bíða eftir møguleikanum at vísa sínar dygdir og tað er ikki á hvørjum degi at skilið er so gott sum tað er í løtuni.

Afturat øllum hesum, so lagaðu úrslit seg eisini til okkara fyrimuns og tá avtornaði so liggja vit á 4. plássið eftir tríggjar dystir. Her eru nógv stig eftir at heinta og nógvir dystir eftir at leika. Vit herja á aftur í Klaksvík, har vit enn einaferð leita eftir rætta stevinum og teimum stigunum, ið vit so sanniliga hava uppiborið í ár!

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar