Jøvn lið og javnleikur

Tað bleiv ikki tann dreymabyrjanin, ið vit gingu og droymdu um, men Skálamenn vóru knáir, so vit góðtaka stigið hesuferð.

Undan dystinum høvdu vit styrkt okkum við bæði einum íslendingi og einum danskara, umframt at stórur spenningur var at síggja hvussu ungdómurin í B71 fór at klára 1. deildar fótbólt. Tað var harafturat ómøguligt at meta um, hvørt hópurin í verandi líki hevur styrkina sum skal til fyri at standa seg væl í næstbestu deildini. Hesin spurningurin stendur sjálvsagt ósvaraður enn og tað hevði hann nokk eisini gjørt, óansæð úrslit. Fyrsti dysturin gevur okkum eina meting um okkara egna lið, men enn vita vit ikki stórvegis nógv hvussu onnur lið í deildini eru fyri. Hesar royndirnar fara at koma so hvørt, men eitt er vist og tað er at yngru leikararnir í B71 fara at vera gull verdir í ár og framyvir. Teir ungu leikararnir sum byrjaðu inni leygardagin gjørdu sera góðan figur, men harafturat hava vit leikarar sum enn mangla at royna seg á besta liðnum, ið óivað fara at fáa møguleikan um ikki so langa tíð. Kenslan av at ungdómur bíðar í manesjuni at bjóða teimum eldru av, veitir eina ótrúliga kenslu av nøgdsemi. Nøgdsemi yvir eini arbeiðssetningurin, um at ungdómurin skal vera verandi og trívast í felagnum er í fullari gongd longu nú.

 

Fyri síðan at venda aftur til dystin so var hann ein typiskur byrjunardystur uppá nógvar mátar. Vit høvdu so at siga alt at missa við einari ringari byrjan, so tilgongdin var taktisk og samanlæst. Mál skuldu fyri alt í verðini ikki koma skeiva vegin. Orsaka av hesum, so vóru málmøguleikar og hóttandi álop nokkso forkunnug. B71 fær fyrsta málmøguleikan í dystinum tá Skála málmaðurin noyðist at parera við beininum tíðliga og síðan gongur rúm tíð til tað næstu ferð verður vandamikið. Kanska ein tann størsti málmøguleikin fellir til Skála tá mótstøðuleikari verður spældir púra leysur beint uppiundir málinum. Tað skal ein stórbjarging frá Gerhardi P. Lognberg í málinum til, fyri at beina bóltin út til horna.

 

Fyri okkara viðkomandi, so vóru vit kanska betur við í 2. hálvleiki, tá nervarnir vóru stilnaðir eitt sindur. Skálamenn vóru enn naskir, men tað tóktist sum B71 søkti málið meira, ella kanska betur enn í fyrra hálvleiki.

Hettar elvir eisini til fleiri vandastøður, men tíverri bleiv dúgliga dømt fyri rangstøðu, áðrenn vit megnaðu at gera meira við tær fríspælingar, ið komu fyri nakrar ferðir. Spola vit so fram til allarsíðsta minutt, so eru tað ikki minni enn tvær støður, ið kundu havt verið avgerandi fyri okkara, har dómarin lat spæla víðari. Fyrst verður ein B71 leikari feldur uttanfyri brotsteigin og nøkur sekund aftaná verður Tijani Mohammed feldur, hvat summi vilja vera við, beint innanfyri brotsteigin. Dómarin velur tó onki at gera við hesar støður og tískil endar dysturin 0-0. 

 

So eru vit í gongd!

Hóast tey allarflestu gingu og droymdu um ein sigur inni í Dal í vikuskiftinum og nógv mál, so varð realiteturin nú ein annar og tað er eisini í lagið. Vit spældu javnt ímóti einum Skála liðið, ið vísti góðar dygdir. Sjálvandi kundu vit havt satsa meira, men ivasamt er um tað er ynskiligt so tíðliga í árinum. Høvuðsendamálið hesar fyrstu dystirnar er at savna so nógv stig saman og tryggja eitt gott grundarlag beinanvegin. Sigrar skulu nokk koma og tap tíverri eisini, men vit eru komnir væl frá byrjan og leikararnir síggja út til at vera í góðari venjing.

Komandi leygardag fara vit norðeftir at vitja EB/Streym á Eiði. So er spurningurin hvussu leikur ferst á tí degi, men hettar ætla vit ikki at gita okkum til á hesum sinni.

 

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar