Gamal kenningur viðmælir

Ongin annar enn venjarin farna árið, Bakary Bojang, viðmælti hendan leikaran.

Tá eitt felag sum B71 skal út at satsa uppá fólk aðrastaðni frá enn úr okkara egna dunnuhyli, so er tað trupult hjá okkum at meta um dygdirnar. Ofta hava vit brent okkum av at hava verið ov seint úti og kanna leikarar, við tí úrslitið at vit fingu ikki tað vit leitaðu eftir. Hesu ferð hava vit tó vent alt á høvdið og íslendski venjarin avgjørdi í samráð við felagið, hvar hann ynskti styrk. Sum eitt lítið føroyskt felag er tað ikki nógv hjá okkum at taka av, men givið er at tað krevst meira at eydnast í næstbestu mansdeildini enn undanfarin ár, so vit hava spent bogan eitt sindur og gjørt okkara forarbeiði.

Ein leikari er komin úr Breiðablik og hesin næsti er komin uppá viðmæli frá Bakary Bojang, ið var venjari í felagnum í 2017 og fyrru helvt í 2018.

Hvørt leikararnir fara at eydnast væl ella ei, tað fara komandi dystirnir at geva okkum eina indikatión um, men vit hava sera góðar vónir.

Maad Ali Aziz, ið hevur royndir úr OB, B1913, FC Svendborg og B1909 úr Danmark og er 25 ára gamal. Talan er tí um ein ungan, men royndan, miðvallaleikara, ið ynskti eina nýggja avbjóðing.

Vit fara at ynskja Maad vælkomnum í felagið og blíðan byr í 2019.

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar