Ungur leikari úr Breiðablik

Brynjar Óli Bjarnason eitur 20 ára gamli áloyparin, ið B71 hevur fingið úr íslendska Breiðablik fyri árið.

Í seinastuni hevur felagið havt tveir norðurlendingar til royndarvenjing og fyri nøkrum døgum síðani varð avgjørt at endaligar avtalur skuldu gerast.

Í dag eru øll loyvir komin uppá pláss og tískil kunnu vit avdúka leikararnar. Brynjar hevur leikt sum ungdómsleikari við Breiðablik og tað er ongin loyna at tað er nýggi íslendski venjari okkara, ið hevur gingið á odda fyri at skaffa mannin hendan vegin. Brynjar er dugnaligur áloypsleikari og styrkir ein longu sterkan álopspart. Nú er tað ongin loyna longur at vit vænta okkum at B71, enn sum áður, fer at vera garantur fyri nokkso fitt av málum.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum Brynjar og vónandi fer tú at trívast væl í felagnum komandi árið.

Drívið á B71!

Kunning

Gott páskabingo

Gott páskabingo verður í

Høllini inni í Dal,

hóskvøldið 04. apríl kl. 19.00.

Nógvir góðir vinningar og okkurt

gott undir góman verður til keyps.

Plátur verða brúktar.

Lutaseðlar verða seldir.

Verið hjartaliga vælkomin.

Sandoyar Ítróttarfelag B71

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar