Feðgarnir eru gulir og bláir

Brassarnir hjá B71 vóru tann tíð tað var, ein øgiligur styrkur og eru tað framvegis.

Í fjør vóru vit so heppin at fáa boð um at fyrrverandi B71 áloyparin Clayton Soares og sonur hansara Klayver høvdu áhuga at koma til Føroyar at arbeiða, og í hesum sambandi spurdu teir um teir kundu spæla við B71, um tað eydnaðist teimum at finna arbeiði í Sandoynni.

Tað er ikki á hvørjum degi vit fáa tílíka frálíkt tilboð, so vit søgdu sjálvandi ja uppá standandi fót. Nú tað stundar til kappingarbyrjan, so hava Clayton og Klayver aftur bjóðað seg til aftur at spæla við okkara besta liðið í kappingarárinum 2019.

Vit fegnast um hesi tíðindi og vóna og vænta at teir fara at standa seg væl í 1. deildar kappingini, ið byrjar um ein lítlan mánaða.

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar