Týdningarmikil styrkur

Vit heitt á ein kendan lokalan mann at verja borg hjá B71 í 2019!

Tað er ein vælkendur maður í B71, ið kemur at standa millum stengurnar komandi kappingarár. Gerhard P. Lognberg hevur verið í B71 í fleiri umførum og hevur játtað seg at taka eitt ár í næstbestu deildini við okkum aftur í ár.

Tey sum kenna Gerhard, kenna hann sum ein fryntligan ungan mann, við stórum B71 hjarta. Vit eru sera fegin um at hann er komin heim aftur, saman við so nógvum øðrum, ið hesar dagar velja at raðfesta B71 og uppbyggjandi verkætlanina sum støðugt er í gongd.

Annars er at siga at Gerhard er í gongd við venjaraskeið í løtuni og gongst sum ætla, so fáa vit enn ein kompetentan mann, ið saman við Waldemar framyvir kann læra ungar B71 málverjar upp. Málmansvenjing hevur tíðum verið koyrt eitt sindur í bakgrundina, men hettar er sjálvsagt ikki rætt, tí hesi krevja miðvísa venjing, um B71 eisini í framtíðini skal ríka fótbólts Føroyum við ordiligum málverjum, ið vit hava gjørt so mangan fyrr.

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar