Ungur málverji í hópinum

B71 hevur ongantíð havt mangul uppá evnaríkar málmenn. Her fyri tryggjaðu vit okkum ein ungan mann fyri framtíðina.

Søguliga sæð, so eru tað ymsir tjóðskapir, ið eiga ein stóran lut í teimum góðu úrslitunum sum felagið hevur rokkið. Polskir leikarar eiga her stórt rós uppiborið og tað er eisini sonur ein av teimum heilt stóru B71'arunum, Waldemar Nowicki, ið her fyri gjørdi av at velja felagið komandi kappingarár og vónandi fleiri framyvir.

16 ára gamli Dawid Nowicki hevur í nógv ár leikt við barna- og ungdómsliðunum hjá felagnum og komandi tíðina fer hann at vera tengdur at besta liðs hópinum, umframt at hann uttan iva kemur at vera ein týdningarmikil leikari á okkara ungdómsliðum. Vit ynskja Dawidi allarbestu eydnu og nú er at venja nógv og dúgligani, so verður menningin heilt sikkurt stór í ár.

Drívið á B71!

Kunning

Tilmeldingardagurin 2019

Árliga tilmeldingin til fótbólt
verður í kantinuni inni í Dal,
04.02.2019 frá kl. 18.00-20.00

Møtið fjølment!

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 ÍF 25 50 60
2 NSÍ 25 42 49
3 25 29 49
4 B68 25 23 48
5 Víkingur 25 -2 36
6 HB 25 5 29
7 B71 25 -18 28
8 Skála 25 -15 28
9 Giza Hoyvík 25 -13 23
10 TB/FCS/Royn 25 -101 7
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 07 Vestur (a) 14 37 35
2 AB/B71 14 26 30
3 ÍF/Víkingur 14 14 25
4 TB/FCS/Royn 14 13 25
5 EBS/Skála 14 -6 13
6 AB 14 -12 17
7 07 Vestur (b) 14 -30 8
8 Giza Hoyvík 14 -42 7

Høvuðsstuðul

Stuðlar