Tveir drúgvir menn

Leikaratíðindir á besta mansliðnum hava vit ikki gjørt so nógv burturúr í seinastuni, men nú frættist aftur nýtt úr leguni.

Gunnar Lydersen hevur saman við beiggjanum Jóhan Hendrik Lydersen verið verjuskansin hjá B71 í nógv ár eftirhondini. Tíverri fyri okkum hevur Jóhan Hendrik, ella "Henga", ið hann verður kallaður, valt at fara til skips í 2019 og tískil mugu vit út at finna Gunnari, ið hevur játta seg til minst eitt ár afturat í gulum og bláum, góða hjálp í miðverjuni.

Eirikur Jacobsen úr Hósvík hevur spælt regluliga við B71 síðani 2015 og vit eru sera fegin um at hann enn einaferð hevur valt at koma og stríðast at vinna felagnum heiður og æru aftur í 2019. Tað er sjáldsamt longur at fólk við ongum tilknýtið trívast so mikið væl og leingi í einum felag, men tað vísir seg at tað kemur fyri í okkara felagið. Hesa sannroynd gleðast vit um og rósa teimum, ið trúliga koma suður at venja ár inn og ár út.

Fleiri leikarar koma at leggjast afturat komandi tíðina, so fylgið endiliga væl við her á síðuni.

Drívið á B71!

Kunning

 Aðalfundur

Aðalfundur verður 11. apríl

Við hesum lýsa vit aðalfundin

at verða hóskvøldið 11. apríl kl. 18.00

í kantinuni í Ítróttarhøllini inni í Dal.

Skrá sambært lógum felagsins.

Vinnaratøl
frá Páskabingo


- Gávukort frá Alexandru: Ljósareyður seðil, nr. 28
- Gávupakki frá Cakao: Gulur seðil, A90
- Gávukort frá Rólanti Vidtfeldt: Ljósareyður seðil, nr. 83
- Gávukort frá Caféini á Mølini: Hvítur seðil, nr. 66
- Saltkrukka frá Føroya Grótvirki, hvítur seðil K42399

Vinnarar kunnu venda sær til Hanus á tlf. 277115.

1. deild menn
Team
Played GD Points
1 4 12 10
2 Víkingur 4 9 10
3 07 Vestur 4 6 10
4 HB 4 0 6
5 B68 4 -1 5
6 Skála 4 0 4
7 B71 4 -8 4
8 NSÍ 4 -5 3
9 EB/Streymur 4 -4 1
10 B36 4 -9 1
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 HB 1 3 3
2 ÍF/Víkingur/B68 1 3 3
3 AB 1 2 3
4 FC Hoyvík 1 -2 0
5 07 Vestur 1 -3 0
6 AB/B71 1 -3 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar