Ghanesiski sandoyingurin er aftur B71'ari í 2019!
Bæði sum leikari í 1. deild og sum venjari hjá kvinnunum!

Nú hópurin hjá besta mansliðnum so smátt er við at taka skap til komandi kappingarár, so kunngera vit allar leikarar, so hvørt sum teir skriva undir at leika við felagnum.

Í gjárkvøldið gjørdu vit enn eina sera týdningarmikla avtalu inni í Dal. Tijani Mohammed, ið fleiri ferðir og nú annað árið á rað skrivar undir við felagnum, hevur játtað seg bæði at leika við besta mansliðnum, men eisini at venja kvinnurnar, eins og hann gjørdi tað helmingin av 2018. Felagið fer í næstum at leggja seg eftir at útbúgva so nógvar venjarar sum til ber, tí vit meta at hóast fakliga kompetensan er høg í løtuni, so liggur hon í heldur ótryggari legu. Tað hevði sjálvsagt verið ein fordeilur um vit megnaðu at senda so nógv fólk á skeið nú í vetur sum gjørligt, fyri síðan at fylgja tað upp árliga. Fyrsta stigið er tó at eggja tey fólkini, ið longu virka í felagnum at halda á fram á venjaraleiðini, so allir venjarar eru væl ílatnir til sítt yrki í felagnum. Tijani hevur longu tikið av hesum tilboðið og tað frøðast vit um, samstundis sum vit altíð vóna at fólk koma til okkum og bjóða seg fram um tey hava hug at hjálpa felagnum fram á leið.

Í dag ferðast Tijani annars aftur til heimlandið Ghana í jólaferiu, so vit fara at ynskja honum góða ferð, hjartaliga tillukku við sáttmálanum og gleða okkum at síggja hann aftur inni í Dal komandi ár.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 NSÍ 13 16 31
2 Víkingur 13 16 26
3 07 Vestur 13 9 25
4 12 13 23
5 B71 12 -8 16
6 B68 13 -5 14
7 B36 13 -9 13
8 Skála 13 -2 12
9 HB 13 -8 8
10 EB/Streymur 13 -22 4
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 8 13 19
2 AB 6 5 13
3 AB/B71 6 3 12
4 HB 5 5 10
5 07 Vestur 7 -10 4
6 FC Hoyvík 8 -16 0
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 3 11 9
2 ÍF 3 9 9
3 B71 2 5 6
4 Víkingur 3 -2 3
5 EB/Streymur 3 -3 3
6 KÍ (b) 3 -10 3
7 B68 3 -4 0
8 NSÍ (b) 2 -6 0

Høvuðsstuðul

Stuðlar