Fyrireikingarnar til 2019 væl ávegis

Felagið hevur ikki havt nakrað ordiliga loysn uppá venjaraspurningin síðan Bakary fór í summar, men nú bragdaði.

Flestøllum kunnugt, so hevur venjaraspurningurin vigað tungt í felagnum nú í longri tíð. Vit royndu ymsar loysnir í seinnu helvt, eftir at Bakary valdi at steðga, men tað gekk sjón fyri søgn at vit máttu seta meiri tíð og orku av til at fáa hesa avbjóðing greidda uppá bestan hátt. Starvsnevndin, ungdómsnevndin og onnur lyklafólk vóru tí tikin uppá ráð og venjaraevnir viðgjørd. At enda fall valið tó á ein mann, ið hevur vitjað felagið fyri stuttari tíð síðan.

Tá vit í summar stóðu uttan nakran høvuðsungdómsvenjara, fingu vit samband við ein fryntligan og vandan venjara úr Íslandi. Tað eydnaðist okkum tíverri ikki at fáa avtalu í lag við mannin á hesum sinni, men í vetur gekk tað so.

Heiðar Birnir Torleifsson er 39 ára gamal og hevur nógvar royndir í íslendskum feløgum, sosum Valur, Dalvik, Þróttur og KR. Tey síðstu nógvu árini hevur hann tó fingist við at ferðast runt og vant ungar evnaríkar leikarar, sum íslendska Coerver umboði. Coerver er ein væl virdur máti at venja fótbólt, ið vit gleða okkum at síggja dømir uppá komandi kappingarár í Sandoynni.

Heiðar er settur høvuðsungdómsvenjari, men kemur at virka uppá sama hátt sum undanfarni venjarin hjá okkum Bakary, ið saman við Símini Hansen stóð fyri besta mans liðnum.

Vit gleðast stórliga um at vit megnaðu at fáa venjaraspurningin hjá B71 greiddan áðrenn jólini og væntandi kemur nýggi íslendski venjarin til landið aftur hálvan januar, tá vit av álvara leggja frá landi við venjingum og fyrireikingum.

Drívið á B71!

Kunning

Vinnaratøl
frá Maratonfótbóltinum

- 55'' flatskermur: Nr. 830 (vunnin)
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 866
- 2x atgongumerkir til
Føroyar-Svøríki: Nr. 809
 
Vinnarar kunnu venda sær til
Hanus á tlf. 277115.
1. deild menn
Team
Played GD Points
1 Víkingur 21 22 43
2 NSÍ 22 14 42
3 20 23 38
4 07 Vestur 22 14 38
5 B68 22 0 31
6 Skála 22 -5 24
7 B71 21 -15 23
8 B36 22 -11 21
9 HB 21 -9 20
10 EB/Streymur 21 -33 12
2. deild kvinnur
Team
Played GD Points
1 ÍF/Víkingur/B68 14 34 35
2 AB/B71 15 19 32
3 AB 14 17 28
4 07 Vestur 15 -19 13
5 HB 15 -25 10
6 FC Hoyvík 15 -26 9
U21 Dreingir
Team
Played GD Points
1 Skála 18 45 47
2 Víkingur 19 33 41
3 ÍF 19 6 34
4 B71 18 -7 27
5 KÍ (b) 18 -3 23
6 EB/Streymur 21 -22 18
7 B68 17 1 17
8 NSÍ (b) 20 -53 10

Høvuðsstuðul

Stuðlar